Eg haldi, at pengarnir vóru betri farnir, um vit høvdu umvælt høllina. Nú fáa vit so einki fyri hasar 5,4 mió.kr.
Umvælingarætlanin av ítróttar- og samkomuhøllini er aftur eitt tekin um, at meirilutin arbeiðir í blindum, og at tey ikki hava tamarhald á teimum ætlaðum, sum settar eru í kortið. Eg vænti ikki, at viðurskiftini verða betri við nývalda meirilutanum – kanska heldur verri.
Argja skúli
Sama umgang, sum við høllini, ætlaði partur av meirilutanum at geva Argja skúla. Har hevur kommunan brúkt áleið 20 mió.kr. sum eisini høvdu farið fyri bakka, um skúlin ikki bleiv samtyktur. Eitt er víst, og tað er, at kemur nýggi skúlin ikki nú, so verður seinur dagur at hann blívur bygdur.
4. juli 2008 var lisitiatión av skúlanum, og tá vistu øll, hvat kostnaðurin fyri skúlan kom at verða. Síðani lisitiatiónina í summar, hevur Heðin Mortensen vent nógvum bøkkum, og hevur hann klipt nógvar snórar til sera kostnaðarmiklar byggiætlanir. Men nú, aftaná valið, heldur borgarstjórin, at Argjabørn framhaldandi skulu ganga í skúla í donskum bingjum.
Óneyðugt er at siga, hvat tað var fyri ein polittikari, sum áðrenn valinum, billaði fólki inn, at trøðini í Havn vuksu upp í Himmalin, við at lova bæði líkt og ólíkt. Nei Heðin góði, nú skulu tit haldast fast í tykkara gyltu vallyftum.