Frá 1. januar til 31. oktober í ár komu og fóru 108.075 fólk um flogvøllin. Sama tíðarskeið í fjør var talið 103.103. Hetta er ein vøkstur uppá 4,8%.
Alt árið 1997 komu og fóru 117.361 fólk um flogvøllin.
Í oktober í ár hava 9.389 fólk ferðast um flogvøllin, sama mánað í fjør var talið 9.128. Hetta er ein vøkstur uppá 2,9%.
Annars hevur flogferðslan higartil í ár verið ógvuliga reglulig, við sera fáum seinkingum ella avlýsingum.
Tann fyrr umrøddi vindprofilradarin er nú uppsettur á flogvøllinum, og verður hann royndarkoyrdur í løtuni. Nær hann verður tikin í nýtslu í samband við flogferðsluna er ikki greitt enn. Loftferðslumyndugleikarnir skulu geva endaliga loyvið.