Erla Kongsdóttir vann aftur í dag róðurin hjá 5-mannaførum við kvinnum – og tað gjørdi tær í sýningarstíli.
Erla Kongsdóttir tók seg frá hinum bátunum í mest sum hvørjum taki, og tá ið tær komu á mál, vóru tær næstan fýra bátslongdir fremstar.
Báturin úr Fuglafirði vann allar róðrarnar í ár, og FM kom tí heim til Fuglafjarðar við fullum stigatali.
Teistin var nummar 2 í dag, og Svanur var nummar 3.
5-mannafør kvinnur – støðan FM 2019
1. Erla Kongsdóttir 49 stig
2. Havfrúgvin 36 stig
3. Svanur 33 stig

5-mannafør kvinnur: Gylta Erla var í flokki fyri seg

