Heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag, www.drekin.fo, veit at siga, at høvuðsstaðurin fær spildurnýtt 5-mannafar til komandi kappróðrarár.
Tað er Róðrarfelagið Knørrur, sum letur hetta smíða, og kemur felagið soleiðis at hava umboðan í trimum bátastøddum komandi kappingarár. Framman undan hevur felagið Knørr og Jarnbard.
Jannie Dam Jacobsen, formaður í Knørri, sigur við heimasíðuna, tey ætla sær at hava tríggjar manningar til bátin, sum Sámal Hansen hevur smíðað.