Í farnu viku frættist, at fólk við HIV nú fara
at sleppa inn í USA. Sìðani HIV og AIDS
tóku kvørkratak um heimin í 80’unum, hava
fólk við hesum diagnosum verið útihýst úr
samveldinum fyri vestan. Landið við justice for all hevur latið
milliardir til bardagan móti AIDS og HIV
m.a. í Afrika, men meðan peningurin hevur
streymað út, hevur leiðin inn verið stongd
við lóg.
Hesa lógina fer Barack Obama nú at
broyta. Hugburðurin, »Tey sjúku skulu
hjálpast, tey skulu bara ikki koma okkum ov
nær«, er yt.
Føroyingar lótu farna vikuskifti Krabbameinsfelagnum
yvir 5 milliónir. Og tað var
gott! Endamálið var gott, og tiltakið var gott.
Vit vóru eisini øgiliga stolt aftaná – kanska
enntá eitt sindur sjálvfeit. Vit eru so góð og
gávumild, at vit fáa næstan ikki gingið.
Paradoksið kom bara, um tú lurtaði eftir
søgunum hjá teimum, ið merkja fylgjurnar
av sjúkuni. Søgur um einsemi, fremmandagerð
og útihýsing, tá harðast stóð á. »Eingin
vildi tosa við meg«. »Fólk skiftu gongubreyt,
tá eg kom ímóti teimum«. »Eg hevði væntað
ávís fólk at ringja ella vitja, men tey hildu
seg burtur«. »Eg kendi meg øgiliga einsamalla.
«
Vit lata! Jú, meiri enn 5 milliónir. Men
markið til lovaða landið er stongt. Vit lata
pening, men vit lata ov lítið av okkum sjálvum.
Vit vilja ikki, at tey sjúku koma okkum
ov nær.
Miskunnsami samariubúgvin lat eisini
pening til sjúkrarøkt. Men tað var eftir, at
hann sjálvur hevði tikið sær av tí álopna.
Fyrst nærveru – síðani pening.
Tað er tørvur á nógvum peningi fyri at
basa sjúkunum og hjálpa teimum, ið merkja
sviðan. Men tað er eisini tørvur á nærveru.
Tí tað er steinur omaná byrðu at kenna
seg einsamallan
og útifrystan, tá lívsins
spælireglur
brádliga og óforvarandi verða
broyttar. Óansæð hvør orsøkin er.
Tað er gott, at vit lata pening, tað eiga
vit at gera. Men er tíðin ikki komin til, at
vit, eins og Barack Obama, eisini tora at lata
mørkini
til okkum sjálvi upp og rúma teimum,
ið eru rakt so meint?
Eg haldi tað.