Ein fimm ára gomul genta er burturvíst, tí hon sambært skúlanum ein dagin kom við eini "terror-hóttan". Men "hóttanin" var ikki størri enn so, at "vápnið", hon brúkti, var ein lítil Hello Kitty sproyturevolvari.
Tað skrivar ABC News.
Hendingin við tí fimm ára gomlu gentuni og sproyturevolvaranum kemur í kjalarvørrinum av fleiri skottilburðum í amerikanskum skúlum, seinast á Sandy Hook Elementary skúlanum.
Burturvísingin av fimm ára gomlu gentuni fór fram á Mount Carmel Area Elementary skúlanum í Pennsylvania, har gentan spurdi ein floksfelaga, um tey skuldu fara at skjóta hvønn annan við sápubløðrum.
- Eg trúgvi, at fólk vita, hvussu lítið ein sápubløðra ger um seg. Tú fært ikki ilt av henni, sigur Robin Ficker, ið er sakførari hjá familjuni hjá gentuni.
Sambært sakføraranum hevði gentan slett ikki vatnrevolvaran við sær í skúla hendan dagin.
Í fyrsta lagi varð gentan burturvíst í 10 dagar, har hon skuldi til sálarliga kanning, sum staðfesti, at gentan er rættsiktað - og ikki nøkur hóttan.
Eftir kanningina varð burturvísingin stytt niður í tveir dagar.
Sakførarin sigur, at foreldrini hava roynt at fáa hina fimm ára gomlu í ein annan skúla, men har ynskja tey ikki at taka ímóti gentuni, tí hon hevur hendan "blettin" sitandi á sær.