ÍF-KÍ 1-0 (1-0)
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0: Balack Sinko 17.
Reytt kort: Bartal Eliasen 24.
ÍF hevur lagt seg á odda, eftir at stórt korter er farið. Málskjútti var Balack Sinko, eftir at Andy Olsen hevði lagt innfyri úr vinstru.
25.: Tað er dramatikkur. Bartal Eliasen hjá ÍF er vístur av vøllinum fyri neyðbremsu, tá ið KÍ fekk brotsspark. Skotið úr ellivu metrum varð misbrúkt. Jákup Mikkelsen sendi bóltin í stólpan og út.
Hálvleikur.
Talan er um ógvuliga opna uppgerð. Klaksvíkingar hava síðani útvísingina roynt at leggja trýst á, men tað er ikki serliga nógv bit í.
65.: KÍ hevur bóltin meiri ímóti ÍF, sum er undirmannað, men tað bilar hjá klaksvíkingum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
NSÍ-B68 2-2 (0-1)
Dómari: Lars Müller
0-1: Ndende 45.
1-1: Karoly Potemkin 48.
2-1: Jústinus R. Hansen 74.
2-2: Óli Olsen 87.
NSÍ: Meinhard Joensen - Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Johan Troest Davidsen, Einar Hansen - Bogi Løkin, Høgni Madsen, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Hjalgrím Elttør - Karoly Potemkin
B68: Vlada Filipovic - Niklas Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannes Justinussen, Øssur Hansen - Dánjal Pauli Højgaard, Nenad Stankovic, Ndende, Debus Danielsen - Jóan Símun Edmundsson, Bogi Gregersen (Keita, 46.)
B68 er á odda 1-0, nú teir eru farnir at hvíla seg. Málskjútti var Ndende, sum beindi hornasparksinnleggi í málið aftanfyri Meinhard Joensen.
53.: Nú er 1-1. Í 49. minutti setti Karoly Potemkin bóltin í B68 málið. Bogi Løkin legði innfyri úr høgru, og Vlada Filipovic hálvbjargaði innlegginum út til toppskjúttan hjá NSÍ.
65.: NSÍ er greitt omaná. Eitt nú hevur Jústinus R. Hansen havt gyltan møguleika at leggja heimaliðið á odda, men bólturin fór við síðuna av málinum.
75.: Nú er NSÍ á odda 2-1. Tað var miðvallarin Jústinus R. Hansen, sum setti bóltin í netið eftir uppspæl frá Boga Løkin og Karoly Potemkin.
82.: Nú er 2-2. Innskifti Óli Olsen var fyrstur á returbólti, eftir at NSÍ málverjin ikki megnaði at halda bóltin eftir innlegg frá Øssuri Hansen.
B36-HB 2-2 (1-1)
Dómari: Petur Reinert
0-1: sjálvmál 24.
1-1: Brima Koroma 30.
2-1: Róaldur Jacobsen 65.
2-2: Hans á Lag 81.
B36: Tróndur Vatnhamar ? Johan Ellingsgaard, Fróði Clementsen, Herbert í Lon Jacobsen, Poul Arni Jacobsen ? Hanus Thorleifsson, Jákup á Borg, Klæmint Matras, Sam Malsom - Róaldur Jacobsen ? Koroma
Gult kort: Poul Arni Jacobsen
HB: Símun Rógvi Hansen ? Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe, Poul Thomas Dam ?Bjarni Jørgensen, Milan Kuljic, Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen ? Páll Mohr Joensen
Gult kort:
HB hevur lagt seg framum 1-0 eftir hornaspark. Síðsta fótin á bóltinum eftir horna átti ein av B36 spælarunum.
30.: Eftir hálvan tíma svarar B36 aftur, so nú er 1-1. Koroma var fyrstur á returbólti, eftir at Símun Rógvi Hansen hevði hálvbjargað langskoti frá Sam Malsom.
Hálvleikur.
52.: 2-1 til B36! Bæði liðini dúva nógv upp á rangstøðufelluna. Hjá HB miseydnast hon. Tað bar við sær, at Róaldur Jacobsen varð leysur í vinstru, sneiddi út frá aftur og smekkaði bóltin í netið aftanfyri Símun Rógva Hansen.
80.: Nú er 2-2. Hans á Lag stýrdi við høvdinum hornasparksinnlegg frá Rasmusi Nolsøe í málið.
Higartil í 2. hálvleiki hevur B36 verið leikliga omaná.
AB-07 Vestur 2-2 (0-0)
Dómari: Páll Augustinussen
1-0: Høgni Joensen 48.
1-1: Tór-Ingar Akselsen 50.
1-2: Jóan Petur á Stongum 59.
2-2: Nicolaj Eriksen 88.