Neyðhjálp
Við at lata bráðfeingis hjálp til skótarnar í Haiti, vóna frøoysku skótarnir, at hetta høvið verður nýtt til at bygga upp, eitt betur land hjá øllum at vera í.
Teir 30.000 skótarnir í Haiti hava verið ógvuliga virknir í bjargingar arbeiðinum. Skótarnir eru væl skipaði, í tí kundu teir heilt skjótt boða frá, hvat slag av hjálp tørvur var á í ymsu økjunum.
Teir hava verið við til at tryggja øki, har vandi var fyri at bygningar rapaðu, ruddað øki og gjørt reint. Og hjálpt til við at finna næstringar hjá fólki, sum eru horvin. Serliga hava teir tikið sær av børnum, sum ikki hava funnið familjuna hjá sær.
Alheims skótasambandið hevur eisini sent serfrøðing frá høvuðsskrivstovuni at samskipa hjálpina, sum kemur frá skótarørslum kring heimin.