Leygardagin fyri var stongt, í vindeyganum stóð lepi: »Stongt vegna umvæling«.
Men mánamorgunin var alt aftur, sum tað átti. Kondittaríið hevði fingið eina »sjeining«, nýmálað, nýggjar gardinur. Vanliga borðið inni í horninum var vorðið stórt og veitsluskrýtt, kransakaka, lagkaka o.a. leskiligt.
Lítla býráð, sum onkur hittinorðað hevði skýrt tað, hevði 50 ár á baki.
Og teirra millum eru Peter F. Christiansen og honum á baki Lill, Johs. C. Michelsen, støðugt fastir fúsir til morgundrekka kl. 9.30.
Henda morgunin var sjálvur Egil Restorff komin at sýna teimum heiður, og meðan teir har sita, trínur sjálvur borgarstjórin á gátt við vøkrum blómutyssi, sum hann handaði Lill við kvøðu um góðan byr framyvir. Harry í Sjúkrakassanum og konan Emmy høvdu eisini leitað sær á Kondittaríið henda serliga morgun, umframt onnur, sum javnan vitja.
Hanna Danielsen var dagligi leiðarin á Kondittarínum, til ta døkku vikuna, tá Restorff av fíggjarligum mótráki lat aftur í 1994; síðani hevur Elinborg Zachariasen staðið fyri dagliga rakstrinum - og tað við góðum handalag.
Húsini, vit kenna sum Kondittaríið, vóru upprunaliga sethúsini hjá Beatu og Andrass Samuelsen, greiðir Egil frá í 1901 keypti Andrass grundstykki har frá kommununi og bygdi; grundstykkjaprísurin tá var 40 oyru pr. kvm. Tá Andrass í 1912 varð Eysturoyar sýslumaður, fluttu tey til Fuglafjarðar. Í 1915 keypti Frants Restorff, bakarameistari húsini fyri kr. 5.000, og í 1925 lat kondittaríið upp - og har hevur tað verið síðani.