Í ár hava yvir 150 fjølmiðlafólk vitjað og skrivað um Føroyar sum ferðamál. Greinarnar kunnu lesast í fleiri av heimsins størstu fjølmiðlum, so sum The Guardian, Vanity Fair, CNN og die Welt. Hesum boðar Visit Faroe Islands frá.
Samanborið við í fjør, tá ið 100 fjølmiðlafólk vitjaðu, og í 2012, tá ið 50 fjølmiðlafólk komu, kann ikki sigast annað enn, at áhugin millum fjølmiðlar at vitja og skriva um Føroyar er vaksandi.
Tað eru serliga fjølmiðlafólk úr Norðanlondum, Stóra Bretlandi og Týsklandi, sum vitja og skriva um Føroyar.
Tað er Visit Faroe Islands, sum stendur fyri, at fáa fjølmiðlafólk á vitjan. Góð umrøða í útlendskum miðlum er ein týðandi partur av marknaðarføringini av einum hvørjum ferðamáli, metir Súsanna Sørensen, leiðari fyri marknaðarføring og PR hjá Visit Faroe Islands.
- Fjølmiðlaferðir, har útlendskir miðlar frá tungum altjóða magasinum, sjónvarpsrásum ella dagbløðum, verða boðin til Føroyar, hevur í fleiri ár verið ein týðandi partur av marknaðarføringini hjá Visit Faroe Islands, sigur Súsanna Sørensen.
- Greinar skrivaðar av fjølmiðlafólkum verða sæddar sum objektivar lýsingar av einum ferðamáli, og hava tískil eitt nógv størri virði enn til dømis lýsingar hava, og eru eisini væl bíligari, sigur hon víðari.
Fjølmiðlatúrar verða framdir í tøttum samstarvi við flutningsfeløgini, gistingarhús, bilútleigarar, túrfyriskiparar og onnur. Umframt tætt samstarv við fjølmiðlar uttanlands, so hevur Visit Faroe Islands samstarv við PR fyritøkur í Stóra Bretlandi og í Týsklandi. Hesar avtalur innibera, at PR fyritøkurnar finna góð miðlafólk at senda til Føroyar, umframt at tey senda tíðindaskriv út um Føroyar og sparra við miðlar um umrøðu av Føroyum í teirra heimlandi.