The Beatles er aftur á tindunum við víðkaðari útgávu av Abbey Road í samband við runda dagin.
Tað er ótrúligt, skrivar Paul McCartney á Twitter.
Hóast McCartney, ein av oddamonnunum í bólkinum, hevur ilt við at trúgva hesum, so metir hann eisini, at talan er um eina útgávu, ið er cool.
Beatles fjepparar í hópatali savnaust á Abbey Road á 50 ára útgávudegnum hjá útgávuni, ið var 26. September í ár.
Í 1969 hevði John Lennon seks dagar frammanundan sagt, at hann umhugsaði at fara úr bólkinum.
Á kenda plátuumslagnum síggjast limirnir í The Beatles fara yvir ein gonguteig tætt við Abbey Road upptøkuhølini. Myndin varð tikin klokkan 11:35 tann 8. august í 1969 av skotska myndamanninum Ian Macmillan.