50 ár við Ford

Mikudagin 1. juni hevur Hans J. Mortensen í Havn 50 ára starvsdag hjá bilfyritøkuni P/F Wenzel.

33 ár eftir at fyrsti bilurin, ein Ford TT, kom higar til lands í 1922, byrjaði starvsleiðin hjá Hans sum Ford-maður tann 1. juni 1955.

Hans er føddur og uppvaksin á Tvøroyri og flutti til Havnar at búgva sum 16 ára gamal, tá hann fór í læru sum bilmekanikari hjá P/F Wenzel Petersen. Tá var bilverkstaðurin í Quillingsgarði, og í 1958 fluttu verkstaðurin út í Bakka. Verkstaðurin hevði einans pláss til tveir bilar, og fyrstu tíðina høvdu teir hvørki grøv ella lyftara. Lærumeistari var Charles Smith, sum seinni bleiv sýnsmaður hjá Tryggingarsambandinum. Hans kom í læru árið eftir at stovnarin av fyritøkuni, Wenzel Petersen, doyði í 1954. Umframt bilverkstaðin hevði fyritøkan eisini maskinverkstað og rør- og blikkverkstað.

Í hesi 50 árini hevur Hans roynst sum ein av álitismonnunum hjá fyritøkuni. Hann arbeiddi sum bilmekanikari til 1961, tá hann varð settur sum leiðari á eykalutagoymsluni, frá 1975-1986 var hann sølustjóri á bildeildini, og frá 1986-90 var hann stjóri á bildeildini. Frá 1990-2003 var hann aftur leiðari á eykalutagoymsluni. Í dag arbeiðir hann á goymsluni til niðursetta tíð. Hann hevur samstarvað við ómetaliga nógv fólk gjøgnum árini, bæði starvsfólk og kundar.

Fyritøkan helt til úti í Bakka til 1970, tá alt bilvirksemið varð flutt niðan á Oyggjarvegin, har sum P/F Meinhardt Arge er í dag. Síðan 1993 hevur P/F Wenzel hildið til í Akranesgøtu í Havnardali.

Foreldrini hjá Hans vóru: Ethel, f. Jespersen, og Eli Mortensen, bæði úr Trongisvági. Tey fluttu til Havnar í 1958. Hans eigur tveir yngri beiggjar, Erhard og Heðin, sum í dag er borgarstjóri í Havn.

Hans giftist í 1959 við Sólvá, f. Niclasen, ættað úr Miðvági. Tey fingu fýra børn: Ethel, sum býr í Havn, Anker og Conny, sum búgva í Danmark, og Eli, sum andaðist í 1988, bert 19 ára gamal.

Hans er ein fyrikomandi persónur, sum er lættur at umgangast og at samstarva við. Hann hevur ordan í tingunum, og er ikki bangin fyri at taka við nýggjum avbjóðingum, og hevur hann sett seg væl inn í alla ta nýggju teldutøknina hjá fyritøkuni. Eisini bilarnir eru nógv broyttir í hansara tíð. Tað hevur eisini sett síni krøv at fylgja við nýggju tíðini.

Í frítíðini trívist Hans best á trøðni í Havnadali, sum hann hevur saman við beiggjanum, Heðin. Har hava teir gæs, dunnur, hønir og seyð. Eisini dámar honum væl at skjóta harur, tá tann árstíðin er.

Mikudagin 1. juni frá kl. 14-18 verður móttøka hjá P/F Wenzel í samband við 50 ára starvsdagin hjá Hans, har øll eru vælkomin.