Í komandi umfari í bestu donsku kappingini møtast arvafíggindarnir FCK pg Brøndby. Fyri fyrstu ferð verður møguleiki fyri, at føroyingar verða at síggja á báðum liðum. Jón Rói hevur verið
á vøllinum í báðum dystunum fyri Brøndby, og møguleikarnir hjá Toda Jónsson at koma á lið hjá FCK aftur tykjast størri, tí fleiri leikarar eru skaddir.
Nýklassikarin í donskum fótbólti, sum dystirnar millum FCK og Brøndby verða kallaðir, verður annað vikuskifti. Danmark spælur komandi vikuskiftið EM-undandyst ímóti Rumenia, og tí verða ongir dystir í Superliguni hetta vikuskiftið.
Nú frástøðan millum FCK og Brøndby er tódnað niður í bert fýra stig, hava atgongumerkini gingið sum heitt breyð, og mánadagin boðaði stjórin í FCK, Flemming Østergaard, frá, at tað bert eru 500 atgongumerkir eftir. Tað verða í alt 40000 áskoðarar í Parkini annan sunnudag, og helst verða fleiri føroyskir útisetar millum teir 40000 í Parkini og heppa á sínar landsmenn.