51 prosents møguleiki fyri at Noreg kemur í hálvfinaluna

(Rás2) Hoyr fyrrverandi altjóða hondbóltsdómaran, Eyðun Samuelsen meta um miðumfarið í EM-endaspælinum í hondbólti

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát sum var gjørt í sendingini SportBoxin á Rás2, har prátað var við fyrrverandi altjóða dómaran í hondbólti, Eyðun Samuelsen.

 

Prátið snúði seg um EM í manshondbólti, sum er í Kroatia í hesum døgum. 

 

Eyðun Samuelsen metir, at í bólki 1 har Frakland, Kroatia, Svøríki og Noreg kappast um hálvfinaluplássini, at Frakland fer at megna at vinna seg í hálvfinaluna. Tá Eyðun Samuelsen skal taka dagar ímillum hini liðini hevur Eyðun Samuelsen eitt gott eygað á Noregi, sum hann heldur hevur staðið seg sera væl. Eyðun gevur Noregi ein 51 prosents møguleika fyri at vinna seg í hálvfinaluna.

 

Í bólki 2 kappast Danmark ímóti Makedonia, Týsklandi, Slovenia, Kekkia og Spania um at røkka hálvfinaluna. Danmark snávaði ímóti Kekkia, og Eyðun Samuelsen heldur, at Danmark má prógva sítt virði í dystinum ímóti Slovenia klokkan 19.30 í kvøld.

 

Støðan í bólki 1:

 

1Svøríki220065:564
2Frakland2  200   64:564
3Noreg320196:874
4Kroatía320188:804
5Hvítarussland300376:900
6Serbía300374:940

 

 Støðan í bólki 2:

1Makedonía110  50:493
2Spania210154:402
3Danmark210152:502
4Týskland202050:502
5Kekkia210143:592
6Slovenia201149:501