511 nýggir covid-19 tilburðir í Noregi

Í løtuni eru 107 fólk innløgd á norskum sjúkrahúsum við koronu, og higartil eru 782 fólk deyð.

 

 

Týsdagin vórðu 511 nýggir smittutilburðir við koronu staðfestir í Noregi. Tað er 61 tilburðir fleiri enn miðal seinastu sjey dagarnar, sum er 450.

 

Sama samdøgur vórðu staðfestir 54 nýggir tilburðir í norska høvuðsstaðnum, Oslo. Tað er 17 tilburðir færri enn miðal seinastu sjey dagarnar sum er 71.

 

Sunnudagin vórðu staðfestur 49 smittutilburðir í Oslo, og mánadagin - sum var 2. hvítusunnudag - var talið 39. Vanliga verða færri staðfest smittað sunnu-og heilidagar enn í vikuni annars.

 

Í løtuni eru 107 fólk innløgd á norskum sjúkrahúsum við koronu, og higartil eru 782 fólk deyð.