5130 norskar krónur fyri Obama-tiltak í Oslo

- Fyri atgongumerkini, sum eru nærmast pallinum, máttu fólk rinda heilar 5130 norskar krónur, men øll vórðu seld longu eftir einum minutti, veit Aftenposten at siga

Tað verða rættiliga dýr atgongumerki til tiltak við hjá Barack Obama, tá hesin kemur til Noregs í mai.

 

Fyrrverandi amerikanski forsetin fer á pallin í Oslo Spektrum hin 12. mai, og Aftenposten veit at siga, at dýrastu atgongumerkini longu eru seld.

 

Klokkan 10 í morgun, lokala tíð, vórðu atgongumerkini løgd út á Ticketmaster, og eftir ongari løtu vóru dýrastu atgongumerkini longu seld.

 

Tiltakið i Oslo kallast "A Conversation with president Barack Obama".

 

- Fyri tey atgongumerki, sum eru nærmast pallinum, máttu fólk rinda heilar 5130 norskar krónur fyri hvørt atgongumerki.

 

Aftenposten veit at siga, at hesi dýrastu atgongumerkini vóru seld longu klokkan 10.01 - ella eftir bert einum minutti.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Barack Obama vitjar í Noregi, tí her var hann eisini, tá hann fekk friðarheiðursløn Nobels í 2009.