52.000 cruise ferðafólk

Sambært Ferðaráðnum vóru 52.300 cruise ferðafólk í Føroyum í 2012. Tey vóru við 49 skipum. Roknað verður við umleið somu tølum í ár.

Fleiri enn onnur ferðafólk
Tá talið á ferðafólkum verður gjørt upp verður cruiseturisman ikki tald við. Sambært Ferðaráðnum verður talið á vanligum ferðafólkum mett at verða millum 40.000 og 45.000 fólk. Talið á teimum, ið koma við cruiseskipunum er sostatt hægri.

Av teimum 52.300 cruisefólkunum í fjør vóru 17.000 manning. Men av tí at manningin eisini fer í land verða tey eisini roknað upp í samlaða talið á cruiseferðandi, upplýsir Ferðaráðið.

Í 2012 komu 43 av skipunum til Havnar, fimm til Klaksvíkar og eitt til Runavíkar. Eftir tjóðskapi komu tey flestu ferðandi úr ávíkavist Stórabretlandi (11.000), Týsklandi (10.600) og USA (7.000).

Undirmett vinna
Sambært Kunningarstovuni í Havn er áhugin fyri at koma til Føroya við cruiseskipum vaksandi. Sagt verður, at vinnan verður undirmett sum inntøkukelda, tí at ofta er bert fokus á hvat tey ferðandi keypa í handlunum og sølustøðum.

Ein meðal ferðamannaskip, sum hevur 1.000 ferðandi, verður mett, at geva einar 300.000 kr. í inntøkum. Umframt handlar, matstovur og søvn eru cruiseskipini serliga ein inntøkukelda hjá havnum, agentum, bussum, ferðaleiðarum og incoming fyritøkum, upplý