5.274 um Nólsoyarfjørð við Ternuni

Tað er ikki bara nakað, tey siga. Tølini tala. Ternan flutti 5.274 fólk um Nólsoyarfjørð á ovastevnu.

Tað er ikki bara nakað, tey siga. Tølini tala. Ternan flutti heili 5.274 fólk um Nólsoyarfjørð á ovastevnu.

 

Hetta er eitt velduga stórt tal av fólki og meira enn tvífalt so stórt sum á ovastevnu í fjør.

 

Aftrat hesum komu rættiliga nógvir bátar og bátsmanningar úr Hósvík og út til Nólsoyar leygardagin, sum regattasigling hevði verið í Sundalagnum kvøldið fyri.

 

Umframt øll ferðafólkini, sum Ternan flutti um fjørðin, bátar og bátsmanningar úr Hósvík, komu eisini nógvir aðrir bátar út um fjørðin leygardagin og leygarkvøldið.

 

At enda sigldu eisini skjóttgangandi bátar við fólki leygardagin og leygarkvøldið.

 

Samanumtikið var hetta ein sera væl vitjað ovastevna, sum varð hildin í Nólsoy í besta veðri leygardagin, leygarkvøldið og sunnunáttina.