54 fólk deyð í Norðurlondum – øll í Svøríki

Seinasta samdøgrið er er talið av deyðum í Norðurlondum farið upp um 5.000 fólk.

Seinasta samdøgrið er Svøríki einasta Norðurland, har fólk eru deyð av korona.

Talið av deyðum í Norðurlondum av koronafarsóttini er í dag komið upp á 5.037.

Tað er 54 fleiri enn gjáranáttina. Samdøgrið frammanundan doyðu 50.

Við einum fólkatali í Norðurlondum upp á 27,4 milliónir svarar tað til ein deyðstíttleika upp á 18,4 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Hvørki í Føroyum ella Grønlandi er nakar skrásettur deyður við Covid-19.

Her er tølini fyri deyð til samans fram til á midnátt. Tølini í klombrum er deyðstali fyri hvøjar 100.000 íbúgvar. Tað kann vera munur á, hvussu londini gera tølini upp, tí eiga samanberingar at verða gjørdar við fyrivarni.

* Svøríki: 3925 deyð (38,4). 54 deyð í 24 tímar.

* Danmark: 561 deyð (9,7). 0 deyð í 24 tímar.

* Finnland: 306 deyð (5,5). 0 deyð í 24 tímar.

* Noreg: 235 deyð (4,4). 0 deyð í 24 tímar.

* Ísland: 10 døde (2,7). 0 deyð í 24 tímar.

* Føroyar: Eingin deyður.

* Grønland: Eingin deyður.

Keldur: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslægeembedet i Grønland, Landslæknaembætið í Føroyum.

/ritzau/