56 ár og hevur klipt í 41 ár

- Eg sá skjótt, at tað at klippa konufólki, var ikki nakað fyri meg, sigur barberurin á Høgabóli, Jógvan Hansen, sum hevur klipt, síðan hann var stóru
smádrongur.

Eystanstevnuprát

Jógvan Hansen er barberur ella harrafrisørur, sum tað nú eitur, á Høgabóli í
Saltangará.
Mong kenna Jógvan, og hann kennir eina ørgrynnu av fólki, bæði nær og fjar. Nógv
verður prátað, og nógv verður lurtað hvønn yrkadag í árunum, so einki løgið er
í, at Jógvan helst veit meira um alt millum himmal og jørð, enn nakar
tíðindamaður.
Hóast árini bert eru 56, hevur Jógvan klipt í samfull 41 ár ? og tað eru ikki 41
dagar!
Men, sum barberurin sjálvur sigur: ?Tá ið lærumeistarin, Eskild Norðbúð í
Klaksvík, hongur í enn, hóast hann er farin um tey áttati, kann eg ikki vera
betjentur at gevast?.


Lærdi í Klaksvík

Jógvan er leirvíkingur.
Í 1961 sá hann, at Eskild Norðbúð lýsti eftir lærlingi. Hann søkti og slapp í
læru. Eftir lokna útbúgving í 1965, arbeiddi hann eitt hálvt ár hjá Eskildi, men
fór síðan til Havnar at arbeiða hjá Elly Ihlen, sum var damufrisørur. Har var
Jógvan eitt knapt ár.
- Her klipti eg bara konufólki, men eg sá skjótt, at hetta í longdini ikki var
nakað fyri meg, sigur hann og smílist.
Jógvan fekk nú arbeiði hjá Ellingsgaard og Frandsen, sum vóru barberar undir
Sjómansheiminum í Havn, og hjá teimum var hann eini fýra ár.
Í august 1969 byrjaði Jógvan fyri seg sjálvan undir Sjómansheiminum í Runavík,
sum tá var um at verða liðugt.
- Eg hevði hoyrt Havstein Ellingsgaard, ið mundi vera formaður í nevndini,
sum bygdi sjómansheimið, siga í eini útvarpssamrøðu, at eingin barberur var her
inni. Havstein kundi hugsað sær, at ein barberur húsaðist undir sjómansheiminum.
Sjálvur sá Jógvan møguleikarnar at seta seg niður í Runavíkar-økinum, tí her
búði væl av fólki, og útlit vóru til, at bygdirnar fóru at veksa.
- Tað, sum eg hoyrdi Havstein siga, viðvirkaði til, at eg valdi at leiga meg inn
á sjómansheimið.
Jógvan sigur, at tá ið hann byrjaði undir sjómansheiminum, hevði Føroya
Sparikassi longu latið upp deild í bygninginum.
- Sostatt gjørdi nevndin tað skilagóða ? enntá áðrenn sjómansheimið
yvirhøvur læt upp - at hon tryggjaði sær nakrar leiguinntøkur.


Keypti sær hús

Tá ið Jógvan hevði húsast úti í Runavíkini í níggju ár, keypti hann sær gamla
Íshúsið á Høgabóli, sum tá hevði verið ein klædnahandil. Her húsast hann enn
tann dag í dag, nú vit skriva ár 2002.
Íshúsið hevur sína søgu; tað er bygt fyrst í 1900-talinum.
Øll árini, síðan 1969, hevur Jógvan arbeitt einsamallur, og tað er ein ørgrynna
av høvdum, hann hevur klipt hesi árini og árini heilt aftur til 1961, tá ið hann
byrjaði at læra.
Spurdur, hvussu nógvum fólkum hann man hava kllipt, sigur barberurin smílandi,
at tað torir hann ikki at hugsa um, tí so fer hann eisini at hugsa um, hvar
allir pengarnir eru farnir.
Men hvussu var so tey fyrstu árini at fáa fólk at brúka pengar uppá at klippa
sær?
- Eg vil siga, at hetta var, sum at velta upp úr nýggjum. Flestu menn vórðu
heimakliptir, og tað var ikki bara sum at siga tað at fáa fólk at brúka pengar
til klipping.
Jógvan sigur, at tað gingu fleiri ár, áðrenn hann kundi siga, at hann hevði nóg
mikið at gera.
- Her var bara at bíða og geva tol.


Nóg prát og kjak

Í fleiri ár var einki, sum kallaðist at ?biðja tíð? at klippa sær.
- Menn komu bara, tá ið tað passaði teimum. Sat onkur undan teimum, settu
teir seg bara niður at bíða og práta ? og viðhvørt kundu fleiri mans vera inni í
senn.
Jógvan sigur, at tað var ikki so sjáldan, at keglast bleiv um eitt nú politikk,
og her vóru menn mangan ósamdir á máli.
- Í slíkum føri virkaði eg meira sum orðstýrari, sigur hann.
Tá ið tú hevur hitt so nógv ymisk fólk í 41 ár, sum barberurin hevur gjørt, man
neyvan tað evni vera til, sum prátað ikki hevur verið um.
- Eg eri forvitin av lyndi, og mær dámar væl at hitta fólk og práta. Onkur
?gloppar? kanska hurðina meira, enn gott er, og sumt kann vera keðiligt at vita,
tí tú kanst ikki brúka tað til nakað.
Jógvan heldur, at tað er stórur munur á, hvat fólk í Havn og uttanfyri Havnina
tosa um, og hetta hongur saman við, hvat fólk takast við.
- Í Havn eru nógv almenn størv innan fyrisiting og á skrivstovum annars,
meðan fólk á bygd antin sigla ella arbeiða í framleiðsluvinnuni. Prátið verður
hareftir.

Ætlar at halda fram

Hóast Jógvan nú hevur klipt í meira enn 41 ár, hevur hann ongar ætlanir um at
gevast. Honum dámar væl at klippa og hevur ongantíð tikist við nakað annað.
Skemtandi tekur hann til, at tá ið lærumeistarin, Eskild Norðbúð í Klaksvík,
hongur í enn, hóast hann er farin um tey áttati, kann hann ikki vera betjentur
at gevast.
Spurdur, um hann hevur samband við Eskild enn, sigur Jógvan, at sambandið
teirra millum er lítið.
- Men eg plagi at ringja til hann viðhvørt, tá ið hann fyllir, og Eskild fyllir
20.
januar, leggur hann aftrat.
Barberurin á Høgabóli hevur viðskiftafólk úr allari Eysturoynni,
Hendan dagin, Sosialurin vitjaði, sat ein norðskálamaður í stólinum, og tá ið
Jógvan var liðugur við mítt høvd, og vit høvdu gjørt hesa samrøðu, átti ein
oyndfirðingur tørn.


Oljuhøvd

Í fjør summar tjenti Jógvan eisini nakrar krónur uppá oljumenninar, ið sigldu
við skipunum, sum javnan lógu í Saltangará.
- Teir gloppaðu hurðina her hjá mær av og á. Eg haldi, at onkur teirra var
her einar 2-3 ferðir og klipti sær. Í summar eru eingi oljuskip, so hesi høvdini
noyðist eg fyribils at vera fyriuttan. Men eg havi nokk at takast við, sigur
Jógvan.
Vit fara at enda hesa samrøðu við eini stuttligari søgu um, hvat fólk kunnu
siga, sum koma inn at klippa sær hjá Jógvani.
Sum vit nevndu í byrjanini, veit ein maður, sum barberurin, ið hittir eina
ørgrynnu av fólki millum ár og dag, ein hóp um øll verðsins viðurskifti.
- Ein dagin spurdi ein fiskimaður meg, hvussu leingi eg hevði siglt við
trolara. Hesin helt, at eg visti, hvat eg tosaði um. Men eg havi ongantíð gjørt
annað enn klipt, sigur Jógvan Hansen.