Løgreglan í Serbia hevur tikið 56 fólk, sum verða sett í samband við mroðið á Zoran Djindjic, forsætisráðharra.
Millum tey tiknu eru átta limir í tí sokallaða Zemun-harkaliðnum, og ein teirra er fyrrverandi løgregluovastin Milorad Ludovic. Sambært løgregluni hava trý av teimum tiknu játtað at vitna í einum rættarmáli treytað av, at tey fáa linari revsing, verða tey eisini dømd.
Nebosja Covic, sum var fíggjarmálaráðharri hjá Zoran Djindjic, men sum hevur tikið við sum fyribils forsætisráðharri, sigur, at teir, sum skipaðu fyri morðinum, høvdu sum mál at órógva innanhýsis trygdina í Serbia og at taka beinini undan teimum politisku myndugleikunum, so teir sjálvir kundu taka valdið. Men hetta fer ikki at eydnast teimum, sigur hann.