58 hval í Hvannasundi

Í myrkrinum, seint í gjárkvøldið legði ein grind beinini í Hvannasundi. Grindin varð funnin í Haraldsundi. Hon varð fyrst rikin norðurum og síðani suður ígjøgnum Hvannasund, har hon varð hildin til um hálvgum ellivu tíðina.

Menn mettu hana at vera um einar 60 hval. Væl var mett, tí tá seðlarnir komu út kl. 7 í morgun vóru 58 hval merktir.

Tá vit vitjaðu havnaøkið norðanfyri byrgingina í morgun vóru menn farnir at skera upp.

Av tí at hvalirnir vóru heldur smáir, roknaðu menn ikki við at tað bleiv stórvegis í part - kanska ikki meiri enn 0,3 skinn.

Grindin varð býtt til økið Eystanfyri Múla og í drápspartar.