Higartil í ár eru útgoldnar 59 milliónir kr. meira í lønum, samanborið við sama tíðarskeiði í fjør.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Tað svarar til ein vøkstur á 2,7%.??
Í fiski- og alivinnuni eru 8,1% meira útgoldið í lønum. Fýra teir fyrstu mánaðirnar í fjør vórðu útgoldnar 373 milliónir í lønum, men í ár var talan um 30 milliónir meir, ella 404 milliónir.
Í fiskivinnuni er framgongdin serliga í fiskavøruídnaðinum.
Í privatari tænastuvinnu eru 5,7% meira útgoldið, og her er tað er sjóflutningur, sum eigur størsta partin av framgongdini.
Í privatu tænastuvinnuni er fóru lønargjaldingarnar úr 708 milliónum fýra teir fyrstu mánaðirnar í fjør, upp í 748 milliónir í sama tíðarskeiði í ár, ella 41 milliónir fleiri.??
Sjóflutningur nú størri enn fígging og trygging.?
Í privatu tænastuvinnunum er handil og umvæling nógv tann størsta vinnugreinin.
Fígging og trygging hevur verið næststørsti lønarbólkur.
Her var stórur vøkstur í lønunum frá 2005 til 2008, men so var eitt stórt fall í 2009, og seinastu árini hevur ongin vøkstur verið. ?
Hinvegin hevur tað verið ein javnur vøkstur í lønunum í sjóflutningi øll árini, og nú er sjóflutningur, sum er ferða- og farmaflutningur og frálandavinna, farin frammum og er vorðin næststørsta privata tænastuvinnugrein í Føroyum
Í byggivinnuni er áleið tað sama útgoldið í ár, 268 milliónir í januar til apríl í fjør og 267 milliónir í sama tíðarskeiði í ár.
Men fyri almennar tænastur er minni útgoldið, og tað er verkfallið í februar, sum enn sæst aftur í tølunum.
Almennar tænastur hava annars verið í vøkstri seinastu árini. Fýra teir fyrstu mánaðirnar í 2009 vórðu 820 milliónir útgoldnar í lønum fyri almennar tænastur, í sama tíðarskeiði í 2010 var talan um 836 milliónir og í 2011 var talan um 844 milliónir. Men í ár er tað minkað niður í 833 milliónir.
Í 2009 vóru lønargjaldingarnar tilsamans 2.223 í fýra teir fyrstu mánaðirnar, í 2010 vóru tær 2.209 milliónir, í 2011 vóru tær 2.193 milliónir og higartil í ár hava tær verið 2.251 milliónir.