Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, fekk í kvøld undirskriftir frá meiri enn 60.000 íslendingum, sum mæla forsetanum frá at staðfesta avgerðina hjá Altinginum um, at íslendska ríkið skal endurrinda bretum og niðurlendingum tað, sum teir mistu, tá Icesave-bankin fór av knóranum í 2008.
Altingið samtykti beint fyri nýggjár, at ríkið skal endurrinda bretsku og niðurlendsku viðskiftafólkunum 3,8 milliardir evrur ella 28 milliardir krónur í okkara peningi. 33 altinglimir atkvøddu fyri og 30 ímóti.
Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, skal staðfesta lógina, fyri at hon skal fáa gildi, og tað hevur hann ikki gjørt enn.