60+ dagur hjá SEV

Annaðhvørt ár skipar HR-deildin hjá SEV fyri einum serligum degi fyri starvsfólk, sum eru farin um tey seksti og makar teirra. Harumframt eru eisini fyrrverandi starvsfelagar og makar teirra við.

 

Hetta er partur av arbeiðnum við góðari og fyrireikaðari avmynstring av arbeiðsmarknaðinum, sum Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari í síni tíð hevur tikið stig til.

 

Í ár vóru gott 50 luttakarar við, og skráin fevndi um hóskandi mát av álvara og gaman.

 

Bergtóra legði út við frágreiðing um mentala partinum av fyrireikingini til sokallaða arbeiðsfría lívið.

 

Hanus D. Joensen, lækni, greiddi frá hvørji heilsulig viðurskifti gera seg galdandi í hesum aldrinum, og Toni Dam, persónligur venjari, gav góð ráð um kropsliga venjing.

 

Umboð fyri áhugafelagið 60+ søgdu frá virkseminum hjá felagnum, og umboð fyri LÍV hevði framløgu um pensjón. Harímillum sang Stanley Samuelsen nøkur vøkur løg.

 

Marjun Eystberg hevði upplýsandi innlegg um persónsmenskurnar og um hvussu okkara ymisku persónsmenskur kunnu ávirka, tá vit í arbeiðsfría lívinum eru so heppin at kunna vera meira saman við makum okkara ella í okkara egna selskapi.

 

Á HR-deildini eru tær væl nøgdar við dagin, og gleðast um, at afturmeldingarnar hava verið góðar.

 

Eitt av okkara starvsfólkum, sum var við fyri fyrstu ferð, sigur soleiðis um dagin:

 

“Ein fantastiskur dagur. Skráin var so væl samansett og so væl doserað, at áðrenn eg visti av, vóru vit liðug. Framløgurnar vóru allar sera áhugaverdar og viðkomandi og høvdu júst rætta longd. Deiligt og rørandi at uppliva Stanley Samuelsen mitt á degnum, og stuttligt at arbeiða við persónsmenskunum. Alt í alt ein sera góður og væl fyriskipaður dagur.”

 

Fokus á avmynstring tikið dik á seg í føroyska vinnulívinum

 

SEV hevur skipað fyri sonevndum 60+ degi.

 

SEV skrivar soleiðis á sev.fo:

 

Í SEV høpi hevur 60+ dagurin nøkur ár á baki, og royndirnar hava verið góðar. Avmynstring var somuleiðis evnið í høvuðsuppgávuni hjá Bergtóru í eftirútbúgving hennara í positivari sálarfrøði.

 

Hon er nú eftirspurdur fyrilestrarhaldari kring alt landið, og fegnast um, at fleiri føroyskir arbeiðsgevarar velja at seta størri fokus á avmynstring og týdningin av at fyrireika síni starvsfólk til ‘arbeiðsfría’ lívið. Tað kemur meir enn so fyri, at fyritøkur spyrja hana til ráðs um, hvussu tey kunnu koma í gongd við góða avmynstring, og tað eru tey vælkomin til.

 

“Fyrireiking til pensjónstilveruna plagdi í høvuðsheitum at snúgva seg um pensjónsaldur og pensjónuppsparingina. Sum HR-leiðari var mín fatan, at ov lítið var gjørt burturúr tí mentala partinum, sum í roynd og veru ofta vísir seg at viga mest, tá tað kemur til stykkis, og tí valdi eg at seta sjóneykuna á júst hetta.  

 

Sum Abraham Lincoln segði, so snýr tað seg ikki bara um at leggja ár til lívið, men í eins stóran mun at leggja meira lív í árini. Eftir mínum tykki er ein góð avmynstring til fyrimuns fyri allar partar”, sigur Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari á SEV.