600 milliónir í lønum um mánaðin

Fyri einum ári síðani høvdu lønirnar í eitt longri tíðarskeið verið um 575 milliónir um mánaðin, men frá november í fjør hevur verið ein javnur vøkstur.

Tað sigur Hagstovan í eini uppgerð, sum er almannakunngjørd í dag.

Hagstovan sigur kortini, at tað tykist sum um at vøksturin er við at hæsa av aftur og seinastu fimm mánaðirnar hava lønirnar verið um 600 milliónir.

Í fiski- og alivinnuni sveiggja lønirnar mánað fyri mánað, men í oktober sveiggjaðu tær rætta vegin upp í 125 milliónir.

Byggivinnan hevði størsta úgjald í juni við 74 milliónum. Í september varð tað minkað niður í 66 milliónir, men nú er komið upp aftur í 70 milliónir krónur í oktober.

Lønirnar í privatu tænastuvinnunum eru um 200 milliónir um mánaðin, og har hevur verið ein lítil minking seinastu tveir mánaðirnar.

Í almennari tænastu verða útgoldnar um 215 milliónir í lønum um mánaðin.

Higartil í ár eru annars útgoldin ein góð milliard í lønum í fiski- og alivinnuni.

Tað eru 6,5% meira enn sama tíðarskeið í fjør. Í fiskiskapi er ongin broyting, men bæði í fiskavøruídnaðinum og ali- og kryvjivirkjum er framgongdin yvir 15%.

Í fiskavøruídnaðinum er higartil í ár útgoldið 257 milliónir krónur. Tað eru 39 milliónir meira enn í fjør og ein vøkstur á 18%.

Tó var árið í fjør eitt serliga vánaligt ár fyri fiskavirkisvinnuna, so verður heldur samanborið við 2010 sæst ein lítil minking í lønunum, sigur Hagstovan.

Ali- og kryvjivirki hava higartil í ár goldið út 181 milliónir kr. í lønum, og tað eru 26 milliónir meira enn í fjør. sostatt er framgongdin 16,7%.

Alivinnan hevur havt framgongd í nøkur á, og tað hevur ongantíð verið so nógv útgoldið í løn í hesari vinnu sum í 2012.