600 skotar til landsdyst: Fótbólturin gevur samfelagnum lív

Um 600 skotar ætla sær at koma til Føroya til landsdystin millum Føroyar og Skotland tann 7. september á Svangaskarði. Seinast tá Føroyar spældu dyst ímóti Skotlandi, vóru »bert« 150 skotar og stuðlaðu landsliði sínum

Eini 600 skotar fara eftir ætlan at leita sær til Føroya tá Føroyar skulu spæla landsdyst ímóti Skotlandi á Svangaskarði tann 7. september.
Seinast tá landsdystur var millum londini bæði, vóru 150 skotar í Føroyum. Men áhugin fyri at koma henda vegin at hyggja eftir fótbólti, tykist at vera alsamt vaksandi.
? Orsøkin er heilt einføld, sigur Sissal Kristiansen frá Ferðaráðnum.
? Seinast skotar vóru her kendur teir seg vælkomnar. Og tað ganga søgur runt í Skotlandi um, hvussu gestablíðir føroyingar eru.
Upplivilsini, skotarnir hava havt, eru alment kend. Og harafturat, so er lætt at koma til Føroya. Atlantic Airways hevur víst stóra vælvild, tí umframt tær vanligu fýra flogferðirnar, verða fýra aðrar leigurutur settar inn at flúgva skotarnar til fótbólt.
? At koma til Føroya er heldur ikki dýrari at fara aðrastaðni. Skotska landsliðið telist nú heldur ikki millum tey allarbestu í heiminum, og tí vilja skotar eisini stuðla teimum, og síggja hvønn dyst teir møguliga kunnu vinna, greiðir Sissal frá.

Gott umdømi
Sissal Kristiansen hevur havt samband við skotsk tíðindafólk, sum eru áhugað í Føroyum. ? Tey fortelja søgur um, hvussu gestablíðir føroyingar eru, og hvussu gott umdømið hjá føroyingum er niðri í Skotlandi. Føroyingar hava bjóðað skotum inn at gista hjá sær, og sum so líkjast føroyingar og skotar ógvuliga nógv, sigur Sissal Kristiansen.
Eitt, sum er afturvendandi er, at allir skotar kenna Café Natúr á Áarvegnum í Havn. Og hetta er eisini nakað teir vilja síggja og uppliva.
? Tá skotar vóru í Føroyum til landsdyst seinast vórðu føroyingar og skotar ógvuliga væl. Og myndin av teimum gestablíðu føroyingunum er farin aftur til Skotlands, og livir víðari har.
? Café Natúr kenna teir allir, og er hetta nakað teir vilja síggja. Onkur spurdi meg, um ein modell-stova helt til í endanum á Café Natúr, og ein annar spurdi, hvar allir teir ljótu føroyingarnir krógvaðu seg. Á heimasíðuni hjá skotsku landsliðsstuðlunum er Café Natúr eisini nevnt.
Sissal metir, at tað er ein samantvinning ímillum nógv ymisk ting, sum ger, at skotarnir vilja koma til Føroya. Stuttleikin og gestablíðu føroyingarnir eru helst tvær av høvuðsorsøkunum, umframt fótbóltin, sjálvandi.

Berjast ikki
Fyrr høvdu skotar fyri at berjast eitt sindur tá teir vóru til fótbóltsdyst. Men hendan vanan hava teir lagt niður nú.
? Skotar bardust viðhvørt, men tað gera teir ikki longur. Og hetta umdømið vilja teir gera alt fyri at halda uppi. Fyrr vóru tað skotar, ið bardust, men so fóru onglendingar eisini at berjast ? meira enntá, og tá onglendingar eisini fóru at berjast, so vildu skotarnir sjálvsagt ikki vera sum teir, og tí hildu teir uppat, fortelur Sissal Kristiansen.
? Um onkur verður eitt sindur óklárur, so blanda onnur seg uppí og royna at fáa orrustuna í rætt lag aftur.
Spurd um, hvussu nógv fótbólturin hevur at siga fyri føroyska ferðavinnu, svarar hon beinanvegin:
? Hann hevur nógv at siga!
Sissal Kristiansen tekur sær av at marknaðarføra Føroyar í Týsklandi og í Skotlandi, og tað vísir seg, at í Týsklandi vita tey ikki nógv um landið.
? Tað einasta tey vita er grindadráp, og so at Føroyar vunnu á Eysturríki.
Eisini onkur týsk tíðindafólk hava verið í Føroyum, og tá vildu tey sleppa at tosa við onkran, sum var á landsliðnum, tá Føroyar vunnu í Landskrona.
? Nógv verður gjørt burturúr dystinum millum Týskland og Føroyar. Hetta er fyrsti heimadystur hjá Týsklandi síðani HM-kappingina, so hetta er fyrsta ferðin týska fólkið sleppur at síggja teirra fótbóltsspælarar á heimavølli.
Men týskarar vita ikki nógv um Føroyar. Men um fótbóltin vita teir nógv. Á heimasíðuni hjá týska fótbóltssambandinum stóð millum annað fyri stuttum, at í Føroyum var bara ein grasvøllur ? í Klaksvík! Men hetta hevur Sissal fingið rættað, men heilt rætt er tað tó ikki enn.
? Hetta sigur bara eitt sindur, hvussu nógv útlendingar vita um okkum, og hvat teir kenna til landið. Og tað er tí fótbólturin hevur so nógv at siga. Eg haldi ikki, at tað er so nógv ein spurningur um hesi viðhaldsfólkini koma aftur. Tað, sum er meira týdningarmikið er, hvat tey siga um okkum tá tey koma heimaftur.
Sissal vísir á, at nógv fólk leita sær hendan vegin, tá landsdystir verða spældir, og so serliga ímóti teimum stóru londunum.
? Á henda hátt verður eisini sett lív í samfelagið, tí tá fólk koma higar, so fyllist, og meira lív kemur í.

Gistingartrupulleikar
At 600 skotar koma til Føroya í senn er ikki bara sum at siga tað. Onkustaðni noyðast teir jú eisini at búgva. Og tað vísir seg, at ringt er at finna eina song til hvønn.
? Øll hotellini eru full og Bed & Breakfast er eisini fult allastaðni. Skotarnir búgva í Havn, á Eiði, í Runavík ? ja, næstan allastaðni teir kunnu. Hvør útleigað song er full, tá teir koma hendan vegin, sigur Sissal Kristiansen.
Men verri enn so allir skotarnir hava fingið innivist enn, og tað er eisini ógvuliga ringt at finna nakað til teir.
? Men tá teir hava hoyrt um, hvussu føroyingar bjóða teimum inn at gista, so haldi eg ikki, at teir leggja so nógv í, um teir ikki hava nakað pláss at sova. Men tað er munur á, at skula finna pláss at sova til 10 av teimum 150, og so at finna pláss til yvir 400, vísir Sissal á.
Skotska fótbóltssambandi hevði fingið eini 800 beinleiðis fyrispurningar um dystin millum Føroyar og Skotland, so tað kann væl vera, at nógv hava broytt meining, tí onki pláss er at búgva.
Men hvussu víkur ella vendir, so verður í øllum førum spennandi inni á Svangaskarði tann 7. september.