Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at felagið framleiddi 613 tunnur av olju í meðan um dagin í juli.
Felagið framleiddi 19.000 tunnur av olju í juli í feltunum Chestnut, Ettrick and Blackbird. Dagliga framleiðslan var sum nevnt 613 tunnur.
Framleiðslan hevur veirð ávirkað av ætlaða steðginum av Ettrick og Blackfield økjunum, sum byrjaði 23. juni og væntandi heldur fram í 45 dagar. Ein stuttur steðgur á Chestnut økinum vegna ábøtur á brunnin, hava eisini ávirkað framleiðsluna í juli.
- Vit vænta, at framleiðslan fær ein rættiligan dyk í august, tá Blackbird PB2 brunnurin byrjar framleiðslu, og Aoka Mizu steðgurin endar, sigur Atlantic Petroleum.
Árliga framleiðslan verður innan fyri áður mettu 1.650 til 1.900 tunnur um dagin, sigur Atlantic Petroleum.