Hevur skotið 697 mál í SMS-deildini í trý kappingarár

Tað hevur ligið sera væl fyri hjá Turið Arge Samuelsen at skjóta mál seinastu trý kappingarárini

Umframt at vinna FM-gull, steypagull, grundspælið og stórsteypið, so kann Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli eisini fegnast um at vera toppskjútti í SMS-deildini.

 

Turið skoraði í júst undanfarna kappingarárið 230 mál í SMS-deildini.

 

Í 2022-2023 varð Turið toppskjútti í SMS-deildini við heili 279 málum, og kappingarárið í 2021-2022 skoraði Turið 188 mál í SMS-deildini.

 

Turið hevur sostatt skotið 697 mál í SMS-deildini farnu trý kappingarárini.

 

Hartil koma mál í steypakappingini, stórsteypadystum og fyri landsliðið.