7-8000 koppsetast um vikuna

Føroyar fáa so nógv koppingarevni sum ongantíð fyrr. Avbjóðingin er at fáa nógv fólk koppsett skjótt, sigur varastjórin í Sjúkrahúsverkinum

– Okkara avbjóðing er nú at tryggja, at koppingarevnini, sum koma til Føroya, koma út til føroyingar, so tey verða koppsett.

 

Soleiðis sigur Margit Stórá, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, nú tað liggur fast, at Føroyar fáa nógv meira koppingarevni enn nakrantíð áður.

 

Varastjórin sigur, at nú koppingarevni er komið og kemur til landið, snýr tað seg um skjótast gjørligt at koppseta. Mett verður, at tað ber til at koppseta 7000 til 8000 fólk um vikuna.

 

– Tað krevur sjálvandi, at vit hava nóg mikið av starvsfólkum at taka sær av hesum, men tað rokna vit við, at vit fáa at ganga upp, sigur hon.

 

Koppsett verður á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Fyri at alt skal ganga upp, ræður um, at tey, sum vilja koppsetast, syrgja fyri at bíleggja tíð til koppsetingina.

 

Tað hevur ljóðað, at eini 10 prosent av tilkomnum fólki ikki eru koppsett, men Margit Stórá sigur, at hildið verður eyga við, at lutfallið millum koppsett og ikki koppsett verður rætt. Um neyðugt verða tiltøk sett í verk fyri at tryggja hetta.