Mánakvøldið var fyrsta almenna sýningin av sangleikinum «Virus Virus«, sum børn og ung í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík spæla.
Steintór Rasmussen hevur skrivað sangleikin. Heini Ziska Dahl hevur gjørt okkurt av løgunum, og Eyð Matras hevur hjálpt við sjónleikarpartinum.
Umleið 70 næmingar frá 1. til 9. flokk og nakrir lærarar eru við í leikinum, og tey spæla sjónleik, syngja og dansa. Leikurin snýr seg eitt nú um eitt serligt virus, sum rakar alla tøkni, um eina altjóða poppstjørnu, sum ger videolag í Føroyum, og leikurin bjóðar eisini ymiskar brotmyndir úr skúla og heimi – eitt nú frá skúlaveitslu, bindiklubba og úr skúlagarði.
»Virus Virus« verður sýndur á Skúlatrøð um vikuskiftið – øll trý vikuskiftiskvøldini kl. 19:00. Atgongumerki fáast á heimasíðuni atgongumerki.fo
##med2##