Yvirgangur
Árni Joensen:
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur fleiri ferðir umrøtt uppreistrarmenninar í Kekenia sum yvirgangsmenn, og fyrrakvøldið gekk sjón fyri søgn, tá umleið 40 alvápnaðir kekenar tóku næstan 1.000 fólk gíslar í einum leikhúsi í Moskva.
Kravið hjá gíslarænarunum var sum væntað, at russiski herurin skal taka seg úr kekenia, og tað skal hann gera innan eina viku, krevja gíslarænararnir. Verður kravið ikki eftirlíkað, eru rænararnir til reiðar at lata lív fyri sína søk, sum teir tóku til í boðunum til russisku myndugleikarnar.
Fyrrapartin í gjár lótu myndugleikarnir tveir kekenskar politikarar fara inn í leikhúsið at tosa við gíslarænararnar. Samstundis høvdu rænararnir kravt at sleppa at tosa við umboð fyri Reyða Kross og umboð fyri felagsskapin Læknar Uttan Landamark. Eitt annað krav var, at teir vildu sleppa at tosa við russisku tíðindakvinnuna Onnu Politovskaja, sum eftir øllum at døma er tað einasta russiska blaðfólkið, sum hevur arbeitt í Kekenia seinastu árini og haðani sagt frá krígnum millum kekenar og russar.
Fleiri útlendingar
Stutt eftir gíslatøkuna sluppu nakrir gíslar út. Talan var um nøkur eldri fólk og børn og nakrar kvinnur, sum eru við barn. Tað ljóðaði eisini, at gíslarænararnir høvdu latið allar muslimar sleppa úr leikhúsinum.
Gjáramorgunin ljóðaði, at gíslarænararnir eisini vóru til reiðar at lata allar útlendskar ríkisborgarar sleppa út, men seinni vórðu hesi tíðindini avsannað. Tað er ikki greitt, hvussu nógvir útlendingar eru millum gíslarnar, men sagt verður, at í hvussu er nakrir týskir, bretskir, niðurlendskir, danskir og eysturríkskir ríkisborgarar eru millum gíslarnar.
Danska uttanríkisráðið váttaði í gjár, at tveir danir eru millum gíslarnar.
Høvdu spreingievni við sær
Russiska løgreglan kringsetti alt fyri eitt leikhúsið, og alvápnaðir trygdarmenn vóru at síggja allastaðni kring leikhúsið. Samstundis frættist, at myndugleikarnir høvdu hert eftirlitið allastaðni í býnum, og at vápnaðir hermenn vóru at síggja á jarnbreytarstøðum og aðrastaðni í Moskva.
Í gjár var ógreitt, hvat myndugleikarnir ætlaðu at gera, kom einki burtur úr samráðingunum. Tað ljóðaði úr Moskva, at gíslarænararnir høvdu nógv vápn og spreingievni við sær inn í leikhúsið, og at teir longu høvdu lagt spreingiløðingar ymsastaðni í húsinum.
Fleiri av gíslunum høvdu fartelefon uppi á sær, og frá teimum frættist, at støðan inni í leikhúsinum var sera spent. Ein av gíslunum heitti inniliga á myndugleikarnar um ikki at leypa á leikhúsið, men heldur at tingast við kekenararnar. Tann skelkaða kvinnan greiddi frá, at gíslarænararnir tóktust vera frá sær sjálvum, og at teir vóru til reiðar at spreingja bæði gíslar og seg sjálvar í luftina, søkti russiska løgreglan at leikhúsinum.
Vladimir Putin, forseti skuldi fara til Týsklands í gjár at vitja Gerhard Schrøder, kanslara, men ferðin er nú útsett.