Í dag eru 71 ár liðin síðani fólkaatkvøðuna um um loysing frá Danmark 14. september í 1946.
Tað var í kjalarvørrinum av bretsku hersetingini av Føroyum undir seinna verðaldarbardaga – tá einki samband var millum Føroyar og Danmark, at loysingarrørslan í Føroyum rættilig fekk vind í seglini.
Eftir at Danmark gjørdist frælst aftur í 1945 vóru samráðingar millum Løgtingið og donsku stjórnina um framtíðarstøðu Føroya. Eftir drúgvar samráðingar kláraðu føroyingar ikki at semjast innanhýsis um, hvør leiðin skuldi vera – og enn minni at semjast við donsku stjórnina.
Hetta endaði við einum uppskoti um eina heimastýrisskipan – og 9. mai í 1946 samtykti Løgtingið at leggja málið út til fólkið. Fólkaatkvøða skuldi haldast við hesum spurningum:
I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?
II. Ynskja tygum loysing Danmark og Føroya millum?
Atkvøðugreiðslan fór fram á tann hátt, at krossur skuldi setast fyri tað punktið, veljarin ynskti.
Semja var heldur ikki millum føroyskar politikarar um spurningarnar, og tað førdi til áheitanir um at skriva »nei« út fyri svarini, og tí vóru nógvir atkvøðuseðlar ógyldugir.
Í talvuni niðanfyri sæst úrslitið frá atkvøðugreiðsluni. Vit hava í talvuni kallað spuringarnar »samband« (spurningur I.) og »loysing« (spurningur II.)
| "samband" | "loysing" |
| Ógyldugar | Tils. | Valrætt | Luttøka | ||
Norðoyggjar | 398 | 28,10% | 954 | 67,30% | 65 | 4,60% | 1.417 | 2.220 | 63,80% |
Eysturoy | 1.372 | 54,40% | 1.051 | 41,60% | 101 | 4,00% | 2.524 | 3.854 | 65,50% |
Norðstreymoy | 544 | 45,20% | 621 | 51,60% | 38 | 3,20% | 1.203 | 1.679 | 71,60% |
Vágarnar | 434 | 40,00% | 616 | 56,70% | 36 | 3,30% | 1.086 | 1.485 | 73,10% |
Suðurstreymoy | 673 | 31,70% | 1.309 | 61,70% | 138 | 6,50% | 2.120 | 3.323 | 63,80% |
Sandoy | 286 | 36,50% | 465 | 59,40% | 32 | 4,10% | 783 | 1.053 | 74,40% |
Suðuroy | 1.783 | 71,60% | 640 | 25,70% | 68 | 2,70% | 2.491 | 3.602 | 69,20% |
Tilsamans | 5.490 | 47,20% | 5.656 | 48,70% | 478 | 4,10% | 11.624 | 17.216 | 67,50% |