74 ár og venjari í Premier League

Roy Hodgson er aftur í ensku Premier League, hóast hann er blivin 74 ár

Mynd: (Scanpix)

Watford hevur sett 74 ára gamla Roy Hodgson sum venjara, eftir at felagið koyrdi 70 ára gamla Claudio Ranieri eftir bara tríggjar mánaðir í starvinum.

 

Tað var annars væntað, at 74 ára gamli Roy Hodgson takkaði fyri seg í Premier League, tá hann gavst í Crystal Palace eftir farna kappingarár. Nú eru aftur boð eftur fyrrverandi enska landsliðsvenjaranum, sum eisini hevur verið venjari hjá Toda Jónsson í FCK um aldarskiftið.

 

Tað er einki nýtt í, at Watford koyrir venjaran. 70 ára gamli Claudio Ranieri er tann 15. venjarin, sum verður koyrdur í Watford síðani kappingarárið 2012/2013. Tó kann leggjast afturat, at Claudio Ranieri stóð á odda fyri átta dystum í Premier League, men tapti heilar sjey av teimum.

 

Listin av koyrdum venjarum í Premier League hetta kappingarárið telur nú Xisco Munoz (Watford), Steve Bruce (Newcastle), Nuno Espirito Santo (Tottenham), Daniel Farke (Norwich City), Dean Smith (Aston Villa), Ole Gunnar Solskjaer (Manchester United), Rafa Benitez (Everton) og nú Claudio Ranieri (Watford).

 

Mynd: (Scanpix)