Kl 17 í dag lat tónleikaplássið á Roskilde Festivalinum upp, og tá klokkan var farin av 14, vóru fleiri enn 65.000 rindandi gestir komnir til økið. Fyri fyrstuferð í áravís er útselt til Roskilde Festivalin.
Í dag hava tey selt tey fáu eindagsatgongumerki, sum tey høvdu eftir til dagin í dag, men sølan av atgongumerkjum til fríggja-, leygar- og sunnudagin er langt síðani stongd.
Atgongumerkini til allan festivalin gingu sum heitt breyð og vórðu útseld fyri fleiri vikum síðani.
Við eindagsatgongumerkjunum verða umleið 75.000 fólk á festivalinum hvønn dag.
Umframt tónleikin fáa gestirnir eisini gott veður, nú hann boðar frá hita um tey 30 stigini komandi dagarnar.