Í Vestmnna kommunu eru tey farin at varpa ljós á starvsfólk hjá kommununi og virkisøkið, har tey starvast. Soleiðis hava tey seinastu tíðina havt umørðu av nøkrum starvsfólkum og starvfólkið, sum seinast hevur fingið umrøðu, er Tórhallur Egholm.
- Hesaferð varpa vit ljós á Tórhall Egholm og Skilagátt. Kommunan hevur fleiri pensjónistar í starvi, sum eftir eitt langt arbeiðslív í øðrum yrki nú arbeiða nakrar fáar tímar um vikuna hjá kommununi. Ein teirra er Tórhallur Egholm, sum er 75 ár.
Á heimasíðuni verður víst á, at Tórhallur hevur eina týðandi uppgávu í at tryggja, at burturkastið frá borgarunum í kommununi verður handfarið rætt. Tá fólk koma við ruski, tekur hann ímóti teimum og vegleiðir um, hvussu tað skal skiljast – sum eitt nú papp, glas, metal, timbur, elektronikkur og annað.
- Onkuntíð halda borgarar, at tað kann kennast drúgt at skula skilja ruskið í ymsar bingjur og kassar, men Tórhallur dugir sera væl at møta fólki við blíðskapi og greiða frá, hví tað er umráðandi at skilja rætt.
Og í kommununi leggja tey aftrat:
- Jú, tí betur verður ruskið skilt á Skilagátt, tí jú størri møguleiki er fyri endurnýtslu og rættari burturbeining, og tað merkist eisini í krónum og oyrum hjá kommununi.
Tórhallur hevur harumframt ábyrgd av at halda økið reint og væl skipað. Hann flytir kassar, ruddar leyst rusk og syrgir fyri, at arbeiðsplássið altíð er trygt fyri bæði starvsfólk og vitjandi.
- Eisini hevur hann samskiftið við IRF, tá bingjur eru fullar og skulu tømast. Ein onnur uppgáva er at mala greinar til flis, sum borgarar í Vestmanna kunnu fáa til brúks í urtagarðinum.
Umframt arbeiðið á Skilagátt hjálpir Tórhallur Egholm eisini til við at koyra bussin hjá Grønanesheiminum nakrar ferðir um mánaðin. Hann fer eftir eldri borgarum um morgunin, koyrir tey til dagtilhaldið og koyrir tey heim aftur seinni á degnum.
- Vit eru sera fegin um, at Tórhallur og fleiri onnur, sum eru farin úr øðrum starvi vegna pensjónsaldur, framvegis vilja taka eina hond í og gera mun í lokalsamfelagnum, siga tey í Vestmanna kommunu.










