76 ára gamal skeyt fyrstu ísbjørnina

Fólk í grønlendsku bygdini Savissik staðfestu, at hin 76 ára gamli enn megnar at lata bygdini fekst ísbjarnakjøt.

Íbúgvarnir í grønlendsku bygdini, Savissik, vaknaðu upp til góð tíðindi hin 4. januar í ár, tá tað frættist, at 76 ára gamli og royndi veiðimaðurin, Qaerngaaq Nielsen, hevði skotið ársins fyrstu ísbjørn. Ísbjørnin var bert stutt hiðani, har hin gamli býr.

 

Fólk í bygdini staðfestu, at hin 76 ára gamli enn megnar at lata bygdini feskt ísbjarnakjøt, tá hann sum hin fyrsti í árinum gjørdi av við eina ísbjørn. Tað var beint fyri klokkan 08 henda morgunin, at teir 29 sletuhundarnir hjá Qaerngaaq Nielsen og synum hansara løgdu merki til ísbjørnina, sum tá bert var einar 50 metrar frá bústaðnum.

 

- Tað er siðvenja, at vit rópa, tá ísbjørn kemur inn í bygdina. Men, eingin hoyrdi meg, tí har var eingin nærindis. Onnur í húsunum ringdu runt, og skjótt var onkur á staðnum, men tá hevði eg longu skotið ísbjørnina, sigur hin 76 ára gamli við Sermitsiaq.

 

Men, sum skilst, lá ísbjørnin ikki fyri fyrsta skotinum í vetrarmyrktinum. Fyrsta skotið hevði bara streyfað ísbjørnina. Síðan vórðu sletuhundarnir sleptir leysir, og teir róku bjørnina, sum tá var lopið út í millum strondina og havísin, soleiðis, at hin gamli fekk skot á hana aftur.

 

Tað er eisini ein partur av venjingini av grønlendskum sletuhundum, at teir sleppa at jagstra eina ísbjørn, tá hon soleiðis kemur fram við, og tað gjørdu teir eisini, soleiðis at tað eydnaðist Qaerngaaq Nielsen at fáa nýtt skot á bjørnina, sum í øðrum umfari lá fyri kúluni.