Hesa grein skrivari Mathias Lassen í Sosialinum 1. mai í 2015:
Mánadagin tann 7. mai 1945, tveir dagar eftir, at seinni veraldarbardagi alment var kunngjørdur at vera liðugur, hoyrdist í gøtunum í Næstved, at HIPO-fólk vóru ávegis til Næstved úr Ringsted. HIPO stendur fyri hjálparpoliti á týskum (Hielpspolizei).
Mótstøðufólkini tóku tí fyrivarni; teir vistu ikki, hvat hetta hevði at týða og fóru út í gøturnar at ansa eftir, at ikki nakað óregluligt fór fram.
Kríggið var liðugt, men ikki allir týskarar vildu gevast, teir høvdu enn vápn uppi á sær. Ein av mótstøðumonnunum í Næstved var “Frihedskæmper” Otto Jacobsen úr Havn. Otto kom til Næstved at læra til slaktara, tí forældrini, Hans Jacob og Marin, høvdu handilin “Smæran” í Havn. Marin var systir Christian Holm Jacobsen. Hans Jacob, sum áður hevði framleitt ølið “Ydun”, og var givin við hesum, tí kona hansara Marini dámdi ikki, at hann bryggjaði øl og vildi hava hann at gevast og heldur fáa sær ein vanligan handil, helt, at tað var neyðugt við einum slaktara, sum kundi taka sær av at slakta neyt og seyð og framleiða slaktaravørur til handilin. Tí varð Otto sum 17 ára gamal í 1939 sendur til Næstved at læra til slaktara. Men Danmark varð hersett av Týsklandi 9. apríl 1940 og Føroyar hersettar av Bretlandi 13. apríl 1940. Hetta hevði við sær, at einki ferðasamband varð millum Danmark og Føroyar. Brøv komu tó heim umvegis Svøríki, og Otto sendi eisini brøv heim og segði frá, hvussu stóð til.
##med2##
Otto varð útlærdur slaktari í 1943, og á vári 1944 stovnar hann saman við øðrum ein mótstøðubólk. Bólkurin var virkin restina av krígnum. Teir framdu ymiskar sabotasjur, men nakað fyri, at kríggið endaði frættist, at ein HIPO-deild var ávegis til Næstved. Mótstøðumennirnir gjødu tá av at fara undir heilt, og Otto stóð á Gestabo-listanum til at takast av týskarunum. Hann fekk tí boð um at fjala seg uttan fyri býin við familjuni. Otto hevði konu og ein son. Hann fór so saman við nøkrum mótstøðumonnum, meðan nakrir aðrir fóru heim eftir konuni Elly og soninum Torbjørn, sum tá var eitt ár og nakrar mánaðir.
Tey hildu til á einum bóndagarði uttan fyri Næstved. Men tá ið kríggið var avblást, fóru tey aftur til Næstved sunnudagin 6. mai, og tíðliga á morgni mánadag tann 7. mai 1945 vóru aftur boð um at Hipo-fólk vóru ávegis til Næstved, og Otto fór tá saman við øðrum út í býin at ganga vakt. Eitt tað fyrsta Otto gjørdi, tá ið hann kom til Næstved, var at senda fjarrit heim til Føroyar og siga frá, at alt stóð væl til, og at tey komu heim so skjótt sum tað bar til. Samstundis fær hann fjarrit heimanífrá, at tey vóru vælkomin heim og yngstu teimum alt gott. Konan, Elly, fór til handils, tí eingin matur var í húsinum, tá ið tey komu heimaftur henda sunnudag.
Klokkan trý seinnapartin vóru teir staddir í Ringstedgade, tá Mandrup Christensen, slaktari, kemur út á gøtuna og rópar á teir. Mandrup slaktari hevði trupulleikar av tveimum týskum soldátum, sum høvdu keypt eitt pund av smøri og goldið við einari tveykrónu, men slaktarin vildi hava, at teir keyptu fyri smørmerki, og tað vildu teir ikki geva frá sær; teir tóku smørið, og Mandrup rópar varskó.
Otto og vinmaður hansara, sum júst tá vóru uttan fyri handilin, komu so inn til Mandrup Christensen slaktara í Ringstedgade 50. Vinmaðurin fór beina kós til annan soldátin, men Otto biður hann lata seg sleppa at tosa við hann. Otto segði seg duga betur at tosa tyskt. Otto gevur vinmanninum sína riflu, og teir fóru so útum. Men tá hann sær, at týskarin tekur revolvaran fram, tekur Otto hendurnar yvir høvd at geva seg yvir; men tá skjýtur týski soldáturin Otto í pannuna. Otto doyði á staðnum. Vinmaðurin gjørdi skjótt av og skuldi skjóta soldátin, men riflan kiksaði, og tá týskarin vil skjóta hann eisini, kiksar revolvarin; vinmaðurin hjá Otto fekk stundir at sikta og skjóta soldátin, sum doyði á staðnum.
##med3##
Hin soldáturin fór inn í handilin og rætti revolvara sín ímóti dóttrini hjá slaktaranum; hon var innan fyri diskin. Hetta sá Mandrup slaktari; hann sprakk upp um diskin og tók revolvaran frá týska soldátinum, sum leyp út og rýmdi inn móti miðbýnum. Tá ið hann kom til tokstøðina, vóru aðrir týskir soldátar har og mótstøðufólk. Tað kom til skotbardaga, tí tað frættist skjótt, at Otto var fallin, og hesin soldáturin varð raktur so meint, at hann seinni doyði á sjúkrahúsinum. Ein annar týskur soldátur læt lív undir skotbardaganum.
Meðan hetta hendir, er kona Otto, Elly, farin til handils at keypa inn. Hon var á veg til hin slaktaran í Ringstedgade, Robert Christensen, sum var bróðir Mandrup, og sum var tann slaktarin, sum Otto hevði lært hjá og enn var í starvi hjá. Men ein granni bað hana ikki fara, tí har hoyrdist skot í gøtuni. Hon fór tí inn til grannan, og tá hoyrdi hon skotini uttanfyri. Okkurt skot rakti húsini, so at tey noyddist at liggja á gólvinum, til skotini hildu uppat. Síðan gekk hon til Robert Christensen slaktara, men har var stongt. Tveir slaktarar komu út og søgdu henni, hvat var hent beint frammanundan. Teir bóðu hana fara heim til Robert Christensen, hann visti meira um, hvat var hent.
Otto var fluttur á sjúkrahúsið, men hann var deyður, og tá ið Elly kom heim til Robert, stóð hann í hurðini á veg til sjúkrahúsið. Tey fylgdust so til sjíkrahúsið, har tey kundu staðfesta, at tað var Otto, sum var deyður.
##med4##
Robert Christensen sendi síðan fjarrit til Smæruna í Havn um, hvat var hent. Alt hendi sama dag; fjarrit frá Otto um, at alt stóð væl til, og at tey komu heim skjótast gjørligt, og fjarrit til Otto um, at tey eru vælkomin heim, og fjarrit frá Robert Christensen til Smæruna:
Otto er faldet for tysk morderhaand.
Hetta fjarrit fekk Oscar Jacobsen, bróðir Otto, tá ið hann henda dag var á telefonstøðini í Havn. Hann las innihaldið og bleiv skelkaður. Hann stakk fjarritið í lumman og hættaði sær ikki at vísa foreldrunum tað fyrrenn um kvøldið; tá kundi hann ikki halda sær longur. Tey vóru longu farin at fyrireika seg til, at Otto skuldi koma heim við konu og soni, sum tey ongantíð høvdu sæð.
Í Næstved var hetta ein sorgardagur, skotin til deyðis fyri eitt smørmerki. Allur býðurin var skelkaður. Otto varð jarðaður sunnudagin eftir og fylgdur til gravar av fleiri túsund menniskjum. Myndirnar tala fyri seg. Ongantíð áður og ongantíð síðan hava so nógv fólk verið til eina jarðarferð í Næstved. Grøvin er í dag skrásett sum grøv, ið skal varðveitast og røkjast av kirkjuni.
Joensen próstur var prestur við hesa jarðarferð.
Tann 17. juli varð gravsteinur við relieffi, teknað av listamanninum Arne Bang, lagdur á grøvina. Hjástødd vóru eisini Hans Jacob Jacobsen í Smæruni og systir Otto. 23. september marsjeraðu allar mótstøðueindirnar, 350 menn íalt, hergongu gjøgnum býin til Ringstedgade 50, har ein pláta til minnis um Otto Jacobsen varð fest á veggin. Plátuna hevði Arne Bang gjørt. Síðan varð marsjerað til kirkjugarðin, har kransar vóru lagdir á grøvina.
##med5##
Mótstøðueindirnar í Næstved vórðu síðan upploystar. Ársdagin, tá ið Otto Jacobsen var skotin, var hátíðarhald undir minnisplátuni í Ringstedgade 50 og kransar og blomstur løgd á staðið, har Otto fall fyri týskari drápsmannahond. Eisini á 50 ára degnum, tann 5. mai 1995, vórðu blomstur og kransar løgd undir minnisplátuna og røða hildin.
Gøturnar gjørdust tómar, bara týskir soldátar og mótstøðufólk, sum skutu hvør móti øðrum, vóru úti henda seinnapart. At Otto var dripin, frættist skjótt, og øði kom í fólkið. Mótstøðufólk tóku sakina í egnar hendur av øði um hetta dráp. Bólkaleiðararnir komu til og bóðu menn gevast við at skjóta. Eingin av mótstøðufólkunum læt lív, men fýra týskarar lógu eftirá.
Tann 13. mai komu eingilskir hermenn til Næstved, og vóru teir fagnaðir av fólkinum har. Teirra uppgáva var at syrgja fyri, at allir týskir soldátar fóru úr landinum. Men størsti parturin av næstvedbúgvum vóru ikki við at taka ímóti eingilskmonnunum. Býurin var í syrgibúna, og flaggað varð um allan býin í hálvari stong. Hetta var sunnudagur og dagurin, tá Otto Jacobsen fór til gravar. Sum tað stendur í bókini “Kiv og krig” eftir Allan Huglstad:
På denne dag skulle Otto Jacobsen begraves. Selv om det næppe er det rigtige ord for en begravelse, må man sige, at det blev et tilløbsstykke, der ikke er blevet overgået siden. Allerede den 9. om aftenen, da kisten blev ført fra sygehuset til Sct. Peders Kirke, var der stor deltagelse. På begravelsesdagen var flagene overalt på halv, og i den flot pyntede kirke var hele midtergangen fyldt med kranse fra kendte og ukendte. Ved kisten paraderede hans gruppe med stålhjelme og karabiner, og kirken og kirkepladsen var proppet med mennesker. Højtideligheden blev ledet af provst Joensen med taler af kaptajn Frigast og pastor Balle fra Arne Nielsens gruppe. Den færøske landstingsmand bragte en hilsen og tak fra Færøerne. Efter gudstjenesten bevægede det lange følge bag rustvognen sig mod kirkegården med 30 faner og musikkorps i spidsen, og langs ruten stod tæt af borgere med blottede hoveder. I følget sås honoratiores fra kommune og amt – også folk, der havde holdt fast i samarbejdspolitikken længere, end Otto Jacobsen havde brudt sig om. En af dem, politimester Dyrlund, undlod at deltage, og overlod opgaven til amtspolitilederen og et politikommando. Ved graven talte Otto Jacobsens arbejdsgiver – få dage efter var han anholdt for værnemageri, men blev senere løsladt.
##med6##
Otto giftist við Elly Toksværd Petersen tann 23. juli 1943, og tey fingu sonin Torbjørn tann 8. januar 1944. Otto hevði gjørt seg til reiðar at byrja eina slaktarafyritøku í Smæruni, og fáir mánaðir áðrenn kríggið endaði, sendi hann bræv til Føroyar umvegis Svøríki, har hann greiðir foreldrunum frá, hvussu hann hevði hugsað sær fyritøkuna, og hann sá fyri sær møguleikarnar, serliga í pylsuframleiðsluni. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga.
##med7##