Fyrsta ársfjórðing í ár vóru goldnar 2,071 milliardir krónur umvegis a-skattaskipanina. Hetta eru 79 milliónir krónur, ella 4% meira enn sama ársfjórðing í fjør, tá ið 1,992 milliard fóru umvegis a-skattaskipanina.
Tað sigur Fíggjarmálaráðið í dag.
Hetta sæst aftur í skatta- og avgjaldsinntøkunum hjá landi og kommunum. Sum vit skrivaðu á Portalinum í gjár, fingu kommunukassarnir 343,9 milliónir krónur í skattainntøkum fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við 335 milliónir í somu tíð í fjør. Vøksturin svarar til 2,7%.
Hinvegin er inntøkan hjá landskassanum av skatti minkaður. Landsskatturin var 301 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við 362 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør.
Tað er ein minking upp á 16,93%.
Men samstundis hevur nýggi eftirlønarskatturin givið landskassanum 46 milliónir krónur.
Higartil í ár eru sostatt komnar góðar 15 milliónir krónur minni í landsskatti og eftirlønarskatti samanborið við landsskattin somu tíð í fjør.
Hetta er ein minking upp á 4,2%.
Men Fìggjarmálaráðið viðmerkir, at eftirlønarskatturin fer at verða hægri seinni í ár, tá ið skattur av eftirlønum til útlendskar pensjónskassar eisini kemur við.
Annars hevur landskassin fingið 320 milliónir krónur inn í mvg fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár samanborið við 302 milliónir krónur í sama tíðarskeiði í fjør. Vøksturin svarar til 6%.
Fíggjarmálaráðið sigur, at sølan av nýggjum bilum, gevur eina góða mynd av gongdini í eftirspurninginum eftir drúgvum nýtsluvørum.
Fyrsta ársfjórðing í ár er bilasølan og skrásetingargjaldið vaksið meira enn 30% samanborið við somu tíð í fjør.
- Mvg og skrásetingargjaldstølini geva tí eina greiða ábending um, at munandi vøkstur er í heimliga eftirspurninginum, sigur Fíggjarmálaráðið.