792 milliónir goldnar í løn í apríl

Apríl mánaður var góður til lønargjaldingar

Tað gongur væl í føroyska samfelagnum, og tað sæst aftur í lønargjaldingunum, sum eru støðugt høgar. 

Í apríl vóru 792 milliónir krónur goldnar í løn.

Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

Menn fingu 481 milliónir krónur í løn, og kvinnur fingu 311 milliónir krónur.

Í Suðurstreymoy vóru 336 milliónir krónur goldnar í løn í apríl. Í Eysturoy 170 milliónir og í Norðoyggjum 92 milliónir.