Klokkan 17.00 byrjaðu hesir báðir dystirnir, og vit fylgja við í teimum báðum.
KÍ ? EB/Streymur 0-0 (0-0):
20. minutti: Heðin á Lakjuni hevur fingið nógv burtur úr hjá KÍ ? hann hevur bæði havt nøkur innlegg og eisini roynt seg sjálvur, meðan Sorin Anghel hevur verið vandamesti maðurin hjá EB/Streymi.
32. minutti: Marni Djurhuus er farin av vøllinum við skaða. Í hansara stað er komin Pauli G. Hansen.
40. minutti: Framvegis málleyst. EB/Streymur er komið betri við í dystin, eftir at klaksvíkingar hava verið nakað vandameiri nú fyrri hálvleikur gongur móti endanum.
45. minutti: Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men kjansirnir vóru nógvir í Klaksvík.
52. minutti. Sorin Anghel var um at gerast púra leysur, tá Jan Andreasen feldi rumenan, men Petur Reinert gav Sorini gula kortið fyri tveita seg niður.
67. minutti: EB/Streymur hevur verið greitt omaná síðstu løtuna, men framvegis er málleyst. Kristoffur Jacobsen er farin av vøllinum við skaða, og inn fyri hann kom Stefan Kalsø.
75. minutti: Tað hevur verið meiri javnt seinastu løtuna, nú dysturin er dovnaður nakað. Arnbjørn Hansen og Sorin Anghel hava roynt seg fyri EB/Streym, meðan Heðin á Lakjuni hevur skotið út frá.
85: EB/Streymur roynir at trýsta alt tað, teir eru mentir, men framvegis hava teir ikki fingið bóltin í netið. Bæði Arnbjørn Hansen og Leif Niclasen hava verið ógvuliga nær við.
90. minutti: Dysturin er av og endaði 0-0. Hetta skulu klaksvíkingar vera nøgdir við, tí EB/Streymur hevði nógvar góðar málmøguleikar. Millum annað hevði Arnbjørn Hansen eitt skot, ið endaði á stongini.
Liðini, ið byrjaðu dystin í Klaksvík, vóru mannað soleiðis:
KÍ: Jákup Mikkelsen ? Rudolf Eliasen, Sølmund Kalsø, Jan Andreasen, Jógvan Isaksen ? Kristoffur Jacobsen, Erland Danielsen, Ivan Joensen, John Hammer, Heðin á Lakjuni ? Leon Bjartalíð.
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Bárður Olsen, Egil á Bø, Dánjal Davidsen, Alex Santos ? Gudmund Nielsen, Levi Hanssen, Sorin Anghel, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen ? Arnbjørn Hansen.
Dómari er Petur Reinert.
---
AB - Víkingur 0-1 (0-1):
15. minutti: Í góðveðrinum á Argjum hava tvær vandastøður verið. Aristide bjargaði fyri AB á sjálvari málstrikuni, meðan Tummas Hans Rubbeksen hjá AB gjørdist leysur í høgru og legði innfyri, men eingin var at taka ímóti.
27. minutti: Víkingur er á odda! Finnur Justinussen skjeyt bóltin í netið, eftir frálíkt uppspæl frá Zoltán Bükszegi og Hans Jørgen Djurhuus.
45. minutti: AB hevur tikið seg nógv meiri fram, men tað er framvegis trupult hjá teimum. John Hansen hevur roynt seg við skotið úti frá, umframt at AB eisini hevur havt okkurt hornaspark. Víkingur hevur eisini verið nærvið, síðani teir skoraðu. Zoltán Bükszegi hevur roynt seg eftir upplegg frá Hanus Jacobsen, men skotroyndin fór framvið. Nú er hálvleikur!
55. minutti: Tummas Hans Rubbeksen var ógvuliga nærvið at skora, tá hann smekkaði til, men Geza Turi var heilt uppi undir tvørtrænum og bjargaði.
75. Innskifti Tummas Justinussen hjá AB hevði eina góða skotroynd, men bólturin fór dygst framvið.
83. minutti: Tað eydnast Víkingi at fáa bóltin í netið, men dómarin hevur bríkslað fyri frísparki áðrenn.
90. minutti: Seinastu løtuna var bólturin nógv í luftini, og til tíðir leikaði har á í brotsteiginum hjá Víkingi. Millum annað hevði AB eina roynd, ið brast í tvørtræið, men inn fór bólturin ikki. Harvið endaði Víkingur sum sigursharri, og er sostatt fyrsta liðið, sum hevur vunnið á AB á Argjum.
Liðini, ið byrjaðu dystin á Argjum, vóru mannað soleiðis:
AB: Heðin Stenberg ? Kenneth Jacobesn, Tehe Aristide, Rói Danielsen, Alex Mellemgaard ? Rasmus Nielsen, John Hansen, Evrard Ble, Høgni M. Joensen, Janus M. Joensen ? Tummas Hans Rubbeksen
Víkingur: Geza Turi ? Sverri Javobsen, Súni Olsen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen ? Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Zoltán Bükszegi ? Andreas Lava Olsen, Finnur Justinussen, Hans Jørgen Djurhuus.
Dómari er Georg N. Poulsen
---
Gongdin í hinum trimum dystunum, sum byrjaðu klokkan 15.00, sæst niðanfyri.
B36 ? B68 0-2 (0-0):
10. minuttir: Hevur verið javnt hesa fyrstu løtuna. Sam Malson hjá B36 hevur havt skot dygst framvið og tað var um reppið, at Keita skoraði fyri B68, tá Tróndur Vatnhamar ikki helt einum innleggi. Annars er Øssur Hansen hjá B68 úti við skaða.
20. minuttir: Tróndur Vatnhamar hevur higartil havt tvær góðar bjargingar, tá Keita hevur roynt seg, meðan Róaldur Jacobsen hevur verið nær við í hinum endanum.
45. minutti: Tað hevur verið talan um ein ógvuliga lívligan fyrra hálvleik. Keita hevur verið nærvið í tveimum umførum síðstu løtuna - fyrst eftir sløsarí frá Herbert í Lon Jacobsen, men Tróndur Vatnhamar vardi væl, meðan Keita í seinna førinum tók sær ov góða tíð.
Sam Malson hevur havt naskastu B36-royndina, tá hann stútaði hornaspark ímóti málinum, sum varð bjargað á málstrikuni.
53. minutti: Óli Olsen hevur lagt B68 á odda! 25 metrar frá málinum smekkaði hann bóltin í netið við vinstra beini, eftir at hava vunnið ein luftdyst. Eitt sera vakurt mál!
74. minutti: Herbert í Lon Jacobsen er vístur av vøllinum eftir at hava fingið tvey gul kort - eitt í fyrra og eitt í seinna hálvleiki, og í báðum førum eftir at hava framt fríspark ímóti Keita.
78. minutti: B68 hevur økt um leiðsluna eftir hornaspark í høgru, sum varð sent tvørtur um vøllin til Boga Gregersen, ið legði innfyri aftur, har Ndende prikaði bóltin í netið.
90. minutti: Sigurin hjá B68 er veruleiki, og harvið hava teir vunnið á B36 í Gundadali.
Liðini í byrjaðu dystin, vóru mannað soleiðis:
B36: Tróndur Vatnhamar ? Jóhan Ellingsgaard, Súni úr Hørg, Herbert í Lon Jacobsen, Bergur Midjord ? Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Jákup á Borg ? Hanus Thorleifsson, Brima Koroma, Sam Malson.
B68: Vlada Filipovic ? Poul N. Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Poul Jóhannus Justinussen, Dánjal Pauli Højgaard ? Óli Olsen, Ndende, Nenad Stankovic, Andre Olsen ? Keita, Jóan Símin Edmundsson.
Dómari er Eiler Rasmussen
---
07 Vestur ? HB 2-3 (1-1):
10. minnuti: Lítið er hent hesa fyrstu løtuna og leikbýti er rímiliga javnt.
30. minutti: Framvegis ógvuliga javnt. So at siga ongar vandastøður og nógv av spælinum fer fram á miðvøllinum
35. minutti: Fróði Benjaminsen setir brotsspark, framt ímóti Páll Mohr Joesen, í netið.
36. minutti: 07 Vestur gevur bóltin upp, fer í álop. Í fyrstu atløgu skjóta teir á stongina, men tað eydnast Milan Pejcic at fáa leysa bóltin í netið.
45. minutti. HB hevur havt bóltin meiri allan fyrra hálvleik, tó uttan at hava teir stóru kjansirnar, meðan 07 Vestur spælir við stórari virðing fyri mótstøðuliðnum.
55. minutti: 07 Vestur hevur so at siga ikki havt bóltin, meðan HB sitir á tí allarmesta og hevur eisini verið ógvuliga nærvið í fleiri umførum, har 07 Vestur hevur bjargað á mállinjuni, umframt at Hans á Lag hevur stútað á tvørtræið.
60. minutti: Fróði Benjaminsen skorar fyri aðru ferð, tá hann stútar hornaspark frá Rasmus Nolsøe í netið. Nú er HB á odda 1-2, og tað er fult í tráð við leikgongdina.
62. minutti: 07 Vestur hevur javnað eftir eitt einmans avrik frá Tór-Ingar Akselsen, sum setti Hans á Lag av og setti bóltin í netið.
74. minutti: HB hevur aftur lagt seg á odda. Milan Kulic stútaði frísparksinnlegg frá Rasmus Nolsøe í netið.
90. minutti: Eftir deydligan fyrra hálvleik kom lív í í seinna hálvleiki, har trý mál komu. Nú er leyst og liðugt og HB vann við trimum málum móti tveimum.
Liðini í byrjaðu dystin, vóru mannað soleiðis:
07 Vestur: Trúgvi Askham ? Sigtór Petersen, Torkil Kollsker, Gunnar Haraldsen, Sjúrður Ellefsen ? Tór-Ingar Akselsen, Ragnar Niclasen, Milan Pejcic, Jóhan Petur á Stongum, Hendrik Rubbeksen ? Jens Erik Rasmussen.
HB: Símun Rógvi Hansen ? Pætur Jørgensen, Rasmus Nolsøe, Hans á Lag, Mortan úr Hørg ? Bjarni Jørgensen, Milan Kulic, Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen ? Páll Mohr Joensen.
Dómari er Páll Augustinussen
---
ÍF ? NSÍ 1-2 (0-1):
5. minutt: Bæði liðini hava higartil havt fínar atsøknir at málunum.
29. minutti: Potemkin rennur seg í góða støðu og leggur ein góðan bólt til Jan Martin Mortensen, sum kemur við nógvari ferð og setir bóltin í málið.
45. minutti: NSÍ hevur verið klárt betra liðið í fyrra hálvleiki og hava havt fleiri vandamiklar royndir, og kundu um væl vildi til, verið á odda við fleiri málum. Nú er hálvleikur!
62. minutti: NSÍ er fallið longur aftur á vøllin, nú ÍF hevur lagt eitt trýst langt frammi á vøllinum.
89. minutti: Nenad Saric er ógvuliga nær við, men Jóhan Troest Davidsen bjargar á málstrikuni.
90. minutti: Í einum kontraálopi hevur NSÍ staðfest sigurin, tá Bogi Løkin fær gott skot á og endar eitt fínt snarálop hjá runavíkingum.
90. minutti: ÍF fekk síðsta orðið í dystinum, tá Andy Olsen setti brotsspark í netið.
Dómari er Lars Müller