83 ára gamal tveir mánaðir fyri siðamisbrot

Ein 83 ára gamal maður varð í Føroya Rætti í morgun dømdur tveir mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava framt siðamisbrot móti abbadóttir síni. Millum 2004 og 2008 hevur ein nú 83 ára gamal maður framt siðamisbrot móti abbadóttir síni ? sum er fødd í 1993 ? við at hava følt upp á bróstini á henni, og ført hondina á henni niður í undirbuksurnar hjá sær.

Maðurin noktaði ikki fyri, at hava nomið við bróstini á abbadótrini, men noktaði fyri at hava gjørt annað enn tað.

Tann nú 83 ára gamli maðurin segði í rættinum, at alt fór fram í »besta forstáilsi«, og at hann hevði nomið við bróstini á abbadótrini í sambandi við, at hann hevði givið henni »komplement« um flotta bringu, og at hon átti at verði modell.

Eisini greiddi abbin frá, at abbadótturin hevði »tungumussað« hann nakrar ferðir, og at hann so hevði mussað aftur. Men maðurin bedýraði, at tað var abbadótturin, sum byrjaði.

Málið skuldi verið fyri í Føroya Rætti í fjør, men tá verjin ikki fekk viðhald í, at málið skuldi førast fyri afturlætnum hurðum, noktaði hann at verja mannin og kravdi málið fyri landsrættin. Spurningurin hevur verið fyri har, og landsrætturin gav dómaranum rætt í, at grund var ikki fyri at krevja hurðarnar afturlætnar.

Dómarin gav kortini ákæranum rætt í, at hurðarnar skuldu latast aftur, tá tann nú 17 ára gamla gentan gav sína vitnisfrágreiðing.

Hendan frágreiðing hevur verið so sannførandi, at dómarin valdi at trúgva gentuni og dømdi 83 ára gamla mannin tveir mánaðar treytaða fongsulsrevsing.