Teir seinastu dagarnar hava libyskar trygdardeildir skotið minst 84 fólk, sum vóru við í mótmælisgongum ímóti stýrinum hjá Moammar Gaddafi. Tað sigur mannarættindafelagsskapurin Humas Rights Watch, sum sigur seg hava fingið upplýsingarnar frá sjúkrahúsunum í býum, har mótmælisgongur hava verið.
Eitt nú hava keldurnar greitt frá, at 35 fólk lógu eftirá í býnum Benghazi í gjár, og at nógv tey flestu dotðu av skotum. Fyrradagin doyðu 12 fólk í sama býi.
Arabiska sjónvarpið Al Jazeera sigur, at í gjár vóru mótmælistiltøk í býunum Benghazi, Darnah, Baida, Ajabiya, Quba, Tobruk, Zentan, Tajoura, og í høvuðsstaðnum Tripoli. Tað ljóðaði í gjárkvøldið, at teir báðir synirnir hjá Gaddafi eru farnir úr Libya.
Í morgun frættist, at libysku myndugleikarnir hava stongt internetið, og tað bleiv seinni váttað, skrivar AP.