8,5 milliónir Windows-eindir vórðu raktar

Stóra tøknikrassjið fríggjadagin rakti 8,5 milliónir eindir hjá Microsoft

Flogferðsla, heilsuverk, handilsfyritøkur, vinnulív og onnur vórðu fríggjadagin rakt, tá ið ein dagføring av antivirusforriti hevði við sær, at Windows-teldur og aðrar eindar kjassaðu og vildu ikki tendra aftur.

 

Microsoft sigur í dag, at tey meta, at umleið 8,5 eindir við Windows-stýriskipan vórðu raktar.

 

Nú arbeiða Microsoft og veitarin Crowdstrike, ið gjørdi dagføringina av forritinum, saman um at hjálpa teimum, ið eru rakt av trupulleikum. Microsoft sigur, at tey høvdu ikki ábyrgd av hendingini.

 

Mircosoft sigur, at undir eitt prosent av øllum Windows-eindum í heiminum vórðu raktar fríggjadagin.

 

Sambært Reuters hevur Crowdstrike 29.000 kundar kring heimin.