87 ára gamal maskinførari

Arbeiðið uppi í Borðoyavík við norðoyatunlinum gongur væl. Eitt er sjálvt boriarbeiði, men tað stendst nógv annað arbeiði av øllum grótinum, sum kemur úr tunlinum. Sumt av tí skal skiljast og knúsast. Tí uppgávuni stendur 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð fyri

Klaksvík:
Við bátahylin í Borðoyavík er eitt stórt arbeiðsøki gjørt í sambandi við norðoyatunnilin. Á hesum økinum verður alt grótið skilt sundur og knúst, sum ikki skal nýtast stórt.
Við knúsaran stendur ein gravkúgv og koyrir í maskinuna. Førari á gravkúnni er 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð. Hann hevur drúgvar royndir innan slíkt arbeiði, og dámar honum væl at vera sloppin til arbeiðis.
? Hetta er tann næsta vikan, eg eri her, og mær dámar frágera væl. Tað er deiligt at hava okkurt at gera, sigur hann við einum stórum smíli.
Gangurin er øgiligur, meðan Jógvan koyrir í skiljaran. Har kemur bæði skervur og samfingið burturúr.
? Skervur og samfingið er tað, sum verður nýtt mest, greiðir hann frá.
Tað var J og K Petersen, sum heitti á Jógvan um at koma til arbeiðis. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jógvan arbeiðir fyri hesa fyritøkuna. Eitt skifti arbeiddi hann fyri tey í Hvannasundi.

Egin maskina
Jógvan eigur sjálvur gravkúnna, og hann og ein annar skiftast um at koyra hana.
Teir knúsa so at siga døgnið runt, so her er talan um rættiliga langar arbeiðsdagar viðhvørt.
? Tað er tó tilvildarligt, sum vit skifta, sigur hann.
Spurdur um hann veruliga orkar at arbeiða so nógv, svarar Jógvan, at tað skal ikki tann stóra likamliga orkan til fyri at gera hetta arbeiðið.
? So longi fingrarnir duga, so er í lagi. Tá høvdið ikki dugir longur, vænti eg, at hini nokk skulu siga frá, sigur fryntiligi maðurin yvir av mær.
Maskinur hevur Jógvan tó átt í langa tíð. Ta fyrstu ognaði hann sær í 1959 ella 1960.
? Hesa, sum vit koyra nú, havi eg tó bert átt í eini fýra ár, greiðir hann frá.
Ikki kann annað sigast, enn at Jógvan er ein tøkningur burturav. Líka frá barnsbeini av hevur hann skrúvað møtrikkar og boltar. Hann minnist aftur á, at tann fyrsti báturin, sum tey áttu við motori, plagdi hann at skrúva uppá.
? Tá hevði man ongan at venda sær til, um okkurt bleiv í ólagi, so man royndi sjálvur.
Men tað er ikki bara stórar maskinur, sum Jógvan dugir væl við. Ta nýmótans tøknina meistrar hann eisini sum onki.
Fyri nøkrum árum síðani keypti hann sær eina teldu, og tað er ongin trupulleiki hjá honum at nýta hana. Hann setti seg sjálvur við henni og lærdi seg at brúka hana. Og tað er ikki nakað óvanligt at fáa teldupost frá Jógvani Gerðalíð. Um tað stendur fast hjá honum, so spyr hann okkurt av abbabørnunum.
? Teldan verður tó nýtt fyri tað mesta at skriva við, sigur hann.

Lívsstarv
Jógvan greiðir frá, at hansara arbeiði so at siga líka frá barnsbeini av hevur umfatað mold, eyr, skerv og nakað av betongi.
? Eg havi mest fingist við jørðarbeiði, grevstur og spreingiarbeiði, sigur hann.
Hann starvaðist í nøkur ár hjá Landsverkfrøðinginum, har hann millum annað stóð fyri arbeiðinum at gera byrgingina frá Norðdepli til Hvannasunds. Hetta arbeiðið umfataði eisini ein part av vegagerðini millum Viðareiði og Hvannasund.
Hann hevur onga útbúgving á pappírinum, men útfrá øllum, sum hann greiðir frá, so kann bara sláast fast, at her er talan um ein mann, sum hevur nomið sær sína útbúgving og arbeiðsroyndir av sínum eintingum.
? Ja, man kann nokk siga, at eg eri sjálvlærdur, sigur Jógvan.
Spurdur, um hvat konan sigur til, at hann er farin aftur at arbeiða á gamalsaldrinum, svarar Jógvan flennandi, at tað man hon vera so von við.

Góðar umstøður
Jógvan letur sera væl at arbeiðsumstøðunum við bátahylin í Borðoyarvík. Men hann heldur, at har er nógv broytt síðani tann 20. apríl, tá fyrsta skotið varð latið av.
Tá var Jógvan sjálvur hjástaddur. Tá hevði hann helst ikki væntað, at arbeiðsboð fóru at verða eftir honum.
? Eg síggi bara, at har er eitt stórt øki burtur við øllum bønum hjá Gerða, Uppsala og Vágsmonnum. Og tað er ein sannroynd, at jarðarbrúkið minkar í takt við, at býurin veksur, sigur hann hugsunasamur.
Jógvan hevði sum ungur festi við bæði neytum og seyði, men í dag røkir, Jákup, bróðir hansara tað.
Sum allir aðrir klaksvíkingar er Jógvan sera spentur til tunnilin er liðugur. Men bersøgin er hann tó og sigur, at nú eru árini vorðin so mong hjá honum, at tað verður neyvan hann, sum kemur at gera størstu nýtsluna av tunlinum.
? Men norðoyatunnilin er ein stór broyting, og mín vón er, at tað fer at merkja framburð fyri økini báðu megin tunnilin, sigur blíði gerðamaðurin at enda.