9,2 mió. kr. í lánsgjaldi í 2009

Nú skulu bankarnir aftur hava sín part av skattinum

Fyrsta útkastið til fíggjarætlanina fyri 2009 hjá Tórshavnar Kommunu er komið. Tíverri prógvar útkastið, at verandi samgonga millum Javnaðarflokkin og Tjóveldið, er farin sera lætt um borgarans skattakrónur. Eg havi fleiri ferðir víst á, at um ikki vend kom í fíggjarpolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu, so komu vit aftur í ta støðu, at lánibyrðan kom at niðurbinda kommununa. Tann støðan er tíverri skjótt veruleiki.

Undanfarnu býráð gjørdu eitt megnar arbeiði við at gjalda niður skuld, og tað eydnaðist so mikið væl, at kommunan gjørdist skuldarfrí. Skattapeningurin kom aftur borgarunum tilgóðar, heldur enn bankunum. Komandi ár skal kommunan aftur at gjalda fyri skuld - 9,2 mió.kr. -, men tað er bara byrjanin, um verandi samgonga framhaldandi sleppur at ráða fyri borgum í høvuðsstaðnum.

 

Fyrisitingin økt við 60%

Kommunan hevur seinastu nógvu árini havt fíggjarorku til at gera íløgur fyri umleið 100 mió.kr. um árið, og um rætt hevði verið atborið, so hevði henda upphædd kunna verið økt til 150 mió.kr. Kommunan var skuldarfrí, og skattainntøkurnar hava verið hægri enn nakratíð. Men heldur enn at reka ein varnan fíggjarpolitikk, tá samfelagið er yvirupphitað, hevur samgongan økt munandi um allar útreiðslupostar og hevur harvið koyrt bensin á bálið. Bara kostnaðin av fyrisitingini av kommununi hevur samgongan økt úr 36.3 mió.kr í 2004 til 59,1 mió.kr. í 2009. Tað er ein øking á 22,8 mió.kr. eftir fimm árum, ella ein øking á yvir 60%.

 

Eingin raðfesting av íløgum

Stórar útbyggingar standa fyri framman og er sera umráðandi, at kommunan raðfestir komandi íløgur, so at kommunan framhaldandi kann veita sínum borgarum bestu karmar at virka og liva undir. Tað ljóðar ótrúligt, men satt er, at eingin raðfesting av íløgunum í Tórshavnar Kommunu er viðgjørd politiskt seinast fýra árini. Minnilutin hevur gjørt vart við, at eingin fimm ára íløguætlan er gjørd, sum eigur at verða viðgjørd saman við fíggjarætlanunum, men einki nyttar – eitt heilt valskeið uttan nakra raðfesting av íløgum!