9. umfar

Fyrsta bríkslið var í fýra dystum kl. 15.00:

 

HB-KÍ 4-2 (2-0)

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Símun Rógvi Hansen - Pætur Jørgensen, Hans á Lag (Vagnur Mohr Mortensen, 70.), Rasmus Nolsøe, Poul Thomas Dam -Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Páll Mohr Joensen (Tróndur Sigurðsson, 60.) - Bjarni Jørgensen (Christian R. Mouritsen, 72.), Andrew av Fløtum, Rógvi Poulsen

Gult kort: Páll Mohr Joensen

KÍ: Jákup Mikkelsen - Rudolf Eliasen, Jan Andreasen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen - John Hammer, Erland B. Danielsen, Eli Simonsen, Heðin á Lakjuni (Kristoffur Jakobsen, 46.) - Arnold Joensen (Stefan Kalsø, 54.), Leon Bjartalíð (Ivan Joensen, 80.)

Gult kort: Leon Bjartalíð, Stefan Kalsø

Klaksvíkingar løgdu ógvuliga varðliga fyri, og HB legði stórt trýst á. Trýstið minkaði eitt sindur eftir fyrsta korterið, men hóast KÍ onkra ferðina hevur verið í HB brotsteiginum, so er eingin ivi um, at tað er heimaliðið, sum er omaná.

Fyrsta hálva tíman hava deyðbóltsroyndirnar hjá Rasmusi Nolsøe hjá HB ikki stemmað so væl, sum tær annars hava gjørt higartil í ár.

Jan Andreasen, sum nú tykist vera orduliga komin fyri seg eftir skaða fyrr í vár, er sannur knassi í KÍ miðverjuni.

35. brotsspark til KÍ! Erland B. Danielsen togaður niður av Hans á Lag.

Heðin á Lakjuni skjýtur, og Símun Rógvi Hansen bjargar meistarliga skotinum, sum ikki er serliga væl plaserað.

HB tykist dovnað eitt sindur, og KÍ bjóðar oftari av í álopum, enn klaksvíkingar gjørdu fyrstu løtuna.

42. min. 1-0: Hans á Lag eftir horna og roynd frá Fróða Benjaminsen, sum brestur í stólpan.

45. min. 2-0: Andrew av Fløtum roynir seg knappliga úr stórari fjarstøðu, og bólturin fer í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen, sum ikki tóktist vera heilt klárur.

Hálvleikur

48. min. 3-0: Páll Mohr Joensen eftir avrættara í KÍ verjuni.

Í løtuni spælir HB klaksvíkingar sundur og saman!

52. min. 3-1: Long sending verður løgd inn um frammarlaga støddu HB verjuna, Kristoffur Jakobsen rennur Rasmus Nolsøe av, og so leggur innskifti spælarin bóltin framvið Símun Rógva Hansen.

67. min. 4-1: Eftir langa diagonalsending úr vinstru og í hitt borðið, temur Andrew av Fløtum við bringuni og smekkar umvegis tvørtræið og í málið.

84. min. 4-2: Miðverjin Sørmund Kalsø fluktar í málið úr stuttari fjarstøðu eftir hornasparksinnlegg frá Eli Simonsen.

Liðugt!

 

EB/Streymur-ÍF 2-2 (0-2)

Dómari: Páll Augustinussen

20. min. 0-1: ÍF hevur skorað. Eftir innlegg verður brotsspark dømt fyri hands, og Andy Olsen umsetti úr ellivu metrum. Vindurin órógvar eitt sindur í Streymnesi.

36. min. 0-2: Dánjal á Lakjuni. Ungi miðvallarin í høgru átti síðsta fótin á.

Merkisvert er tað, at Hans Pauli Samuelsen, Bárður Olsen og Brian Olsen sita á beinkinum.

EB/Streymur roynir at svara aftur, men Andras Gango hevur verið stinnur í ÍF málinum.

58. min. 1-2: Levi Hanssen stýrir innleggi í málið. Bárður Olsen og Hans Pauli Samuelsen eru komnir á vøllin fyri Pætur Dam Jacobsen og Gudmund Nielsen, og heimaliðið stríðist fyri at javna.

74. min. 2-2: Brian Olsen, sum er skiftur inn í 2. hálvleiki hevur javnað.

Liðugt!

 

NSÍ-AB 0-1 (0-1)

Dómari: Rúni Gaardbo

Einki mál eftir fyrsta hálva tíman. AB varðið í útgangsstøðu, men eftir 20 minuttir linkaði heimatrýstið, og argjamenn bjóða av eitt sindur fremri á vøllinum.

41. 0-1: Jobin Drangastein sendir fríspark úr stórari fjarstøðu. Bólturin siglir omanfyri allar í NSÍ brotsteiginum og í málið.

75. min.: NSÍ trýstir støðugt í 2. hálvleiki, men málmøguleikarnir eru ikki so ógvuliga stórir. AB lúrir í snarálopum.

NSÍ hevur trýst nógv fyri at javna, men tað hevur ikki eydnast. Dómarin hevur lagt nógv aftrat, tí nógvir steðgin hava verið.

Í yvirtíðini varð Thomas Hans Rubeksen settur í AB málið fyri skadda Heðin Stenberg.

Liðugt!

 

B68-07 Vestur 2-1 (1-1)

Dómari: Lars Múller

12. min. 1-0: Jóan Símun Edmundsson eftir aftur og fram í brotsteiginum

20. min. 1-1: Jens Erik Rasmussen upp á brotsspark eftir at Tór-Ingar Akselsen var feldur.

Tað hevur gingið javnt á fram ímóti hálvleiki. Bestu B68 royndina hevði Óli Olsen, men bólturin brast í stólpan.

60. min. 2-1: Keita eftir uppspæl millum Jóan Símun Edmundsson og Óla Olsen.

Liðugt!

 

Mánakvøldið kl. 19.00

Víkingur-B36

Dómari: Dagfinn Olsen