? Hvussu fáa vit fleiri leikir gjørdar úr okkara egna tilfarið?
Hesin spurningurin hevur verið viðgjørdur í Bygdarhúsinum á Strondum í vikuskiftinum, tá 90 áhugaleikarar úr øllum landinum hittust á stevnu.
Við á stevnuni var eisini formaðurin í alheims áhugaleikararfelagnum, EATA, hann er dani og kallast Thomas Haugen. Føroyar hevur søkt um limaskap í hesum felag, og er saman við hinum norðurlondunum og baltisku londunum í NEATA, sum er norðurlendska deildin undir alheimsfelagnum.
Thomas Haugen kunnaði á stevnuni um virksemið hjá EATA, um skeiðvirksemið og festivalar, ið felagsskapurin skipar fyri, sum føroyingar eisini kunnu taka lut í.
Greiddu frá um føroysan sjónleik
Stórsti parturin av stevnuni snúðið seg kortini um evnið, sum nevnt varð omanfyri. Gulla Øregaard hevði fyrilestur um royndir, sum gjørdar eru í Føroyum við at gera leikir úr egnum tilfari, og Laura Joensen greiddi m. a. frá um leikin, hon gjørdi um Johonna Mariu Skylv Hansen, »Logi, logi eldur mín«.
Laura Joensen, Rachel Helmsdal og Jón Thorsteinsson hava júst verið í Finnlandi og hildið fyrilestrar um føroyskan sjónleik, og greiddi Laura Joensen eisini frá hesum.
Vegna Mentamálastýrið greiddi Jeannet Blåsvær frá um stuðulsmøguleikar til føroyskan áhugasjónleik, og Birgit Jacobsen úr sjónleikarafelagnum Fívli greiddi frá um leikin, tey eru í ferð við, »Biedermann og brennivargarnir«, har hon m. a. lýsti ymsu typurnar í leikinum.
10 leikir
eftir einum degi
? Uppmøtingin til stevnuna var sera góð - og tað, sum eg haldi vera serliga stimbrandi er, at so nógv ung fólk vóru við.
Hetta sigur Oddvá Nattestad, sum í løtuni er dagligur leiðari í Meginfelag Áhugaleikara Føroya.
Oddvá Nattestad sigur, at hon hevði kopierað nógv tilfar úr sagnum, fleiri yrkingar og okkurt úr lesibókunum eisini. Hetta tilfarið var so nýtt sum grundarlag í 10 ymsum bólkum, sum síðani skuldu gera hvør sín leik.
? Úrslitið var, at vit fingu 10 ymiskar leikir upp á 10-15 minuttir. Og tað var sera stuttligt at síggja, hvussu nógv tey høvdu fingið burtur úr, sigur Oddvá Nattestad.
Strandingar sera blíðir
Annars vóru luttakarar úr øllum aldursbólkum. Tann yngsti var 13 ár meðan tann elsti var í 60?unum, sigur Oddvá Nattestad.
Um kvøldið varð so skipað fyri veitslu.
? Og strandingar vóru sera blíðir. Fleiri okkara gistu á Strondum - eisini privat, sigur Oddvá Nattestad
Hon sigur víðari, at borðhaldið var sera gott við ógvuliga góðum undirhaldi. Hon heldur, at tá fólk høvdu arbeitt so nógv við sjónleiki um dagin, so høvdu tey ilt við at steðga aftur.
Festivalur í Trongisvági
Oddvá Nattestad letur sera væl at áhugaleikinum og umstøðunum hjá honum í dag.
? Eg haldi, at áhugaleikurin nú kemur í eina »renesansu«, sigur hon, og leggur afturat, at í juli næsta ár skipar MáF fyri einum festivali í Trongisvági. Tá verða luttakarar úr øllum Norðurlondum og úr baltisku londunum. Oddvá Nattestad vætnar, at tað verða 10 luttakarar úr hvørjum landi - men at tey eisini ætla at bjóða onkrum umboði fyri okkurt fjarskotið land.
Tiltøk fyri børn í vetur
Í vetur fer MÁFf at hava tiltøk fyri børn í aldrinum 9-11 og 12-13. Hetta verður gjøgnum frítíðarundirvísingina í Havn, og verður tað Hedvig Vesterlund úr Finnlandi, sum fer at undirvísa. Hon hevur rikið ein sjónleikaraskúla í Belgia og var annars í Føroyum og stjórnaði leikinum »Feitt í Havn« fyri nøkrum árum síðani.
Umfram tiltøkunum fyri børn fer MÁF at skipa fyri hópin av skeiðum.