91% lesa í Danmark

Hóast áhugin fyri at lesa uttanfyri Danmark og Norðurlond er vaksandi, so lesa framvegis nógv teir flestu føroyingarnir í Danmark

Tøl frá Stuðulsstovninum vísa, at 910 av 992 ella góð 91% av føroyskum lesandi uttanlands lesa í Danmark. Tølini eru fyri skúlaárið 2002/2003 og vísa tey, sum hava søkt og fingið ferðastuðul. Tey, ið hava lisið longri enn seks ár, og tey, ið lesa minni enn eitt ár, fáa ikki ferðastuðul og eru tískil ikki tald við.
Tískil er talið av lesandi nakað hægri enn 992, men spurningurin er, um prosentbýtið er so nógv øðrvísi. 32 føroyingar lesa í øðrum Norðanlondum, og harav lesa 24 í Noreg.
Hálvthundrað føroyingar lósu í skúlaárinum 2002/2003 uttanfyri Norðurlond. 36, sum eisini svarar til 36% av teimum føroysku lesandi uttanlands, lesa í Stóra Bretlandi. Seks føroyingar lesa í USA, og so eru hini átta býtt millum nøkur lond, sum síggjast á talvuni her á síðuni.
Tað vil siga, at áhugin at lesa í Bretlandi er stórur í mun til onnur lond enn Danmark. Føroyingar gera eftir øllum at døma sera lítið av at lesa í eitt nú Svøríki ella Íslandi.

50.000 kr. hvør
Tey hálvthundrað, sum lesa uttanfyri Norðurlond, seta týðuligari spor á játtanina hjá Stuðulsstovninum enn hini. Hesi lesandi skulu nevniliga sjálvi rinda fyri skúlagjaldið. Ella rættari sagt Stuðulsstovnurin rindar við pengum úr landskassanum skúlagjaldið fyri hesar næmingar.
Terji á Lakjuni, stjóri fyri Stuðulsstovnin, segði á Lestrarstevnuni hjá MFS, at føroysku stuðulsmøguleikarnir vóru sera góðir og standa einki aftanfyri hini Norðanlondini ? heldur tvørturímóti.
Hesi hálvtrýss lesandi uttanfyri Norðurlond kostaðu 2,4 milliónir skúlaárið 2002/2003. Hóast Stuðulsstovnurin rindar í mesta lagi 120.000 kr. í skúlagjaldi, so sleppur stovnurin vanliga nógv bíligari, tí í miðal kostar hvør lesandi uttanfyri Norðurlond 50.000 krónur.