Í stuttum snýr málið seg um, at Ísak Mikladal stóð í boði at selja atgongumerki til EM-endaspælið uttan um almennu kanalirnar, tá Føroyar í fjør heyst spældu í Ukraina.
Føroyski aðalskrivarin tók av, men hann avroknaði allan peningin til UEFA við boðum um, hvat var gingið fyri seg. Hetta fyri at avdúka tað, sum fór fram í ukrainska fótbóltssambandinum.
Í fyrstu atløgu varð Ísak Mikladal funnin sekur í ákærum um ólógliga sølu av atgongumerkjum, men eftir at hava kravt hoyring endaði málið við, at UEFA slepti øllum ákærum.
Aðalskrivarin hevur tó fingið átalu frá UEFA, sum staðfestir, at hann átti at rapportera um hetta, áðrenn hann av sínum eintingum fór undir at kanna málið.
Málið var avgreitt í fjør summar, og tá fingu nevndarlimirnir í FSF eisini frágreiðing um hetta.